Politikkur

Trojanskur skattapolitikkur

Triðja málið á skránni fyri tingfundin í dag er 1. viðgerð av løgtingsmáli no. 048/2024 – Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (hægri botnfrádráttur fyri kommunur.) Fólkaflokkurin – radikalt sjálvstýri – hevur skrúvað uppskotið saman og borið tað fram á tingborð.

2025-02-04 09:00 Author image
Tórbjørn Jacobsen
placeholder

Tað eru nú einaferð nakrir politiskir sjonglørar, ið duga populistiska kynstrið betri enn aðrir, og eftirhondini er hetta árliga afturvendandi ritualið, at Fólkaflokkurin leggur fram uppskot um at loyva kommununum at hækka árliga botnfrádráttin upp til 65 túsund krónur, líka so sjálvsagt sum at 90 ára føðingardagurin er á sjónvarpsskíggjanum gamlaárskvøld. Hetti hendi, táið flokkurin seinast var í andstøðu, hann høsnaðist við okkurt sum líktist hesum í seinastu samgongu, og nú roynir hann kynstrið aftur sum parlamentariskur andstøðingur. Freddie Frinton og May Warden eru fyri lítið at rokna sum komikarar í hesum dystinum. Í mun til tey bæði tykist tað sum, at tingbólkurin hevur tómt politisku kumpassina og melur nú alt meiri á kúluni.


Uppskotið fer í ringasta føri at kosta kommunukassunum smáar 300 milliónir krónur.


Tað sum tey flestu helst gerast serliga bilsin av í hesum døgum, er hendinga fjálga umsorganin, sum Fólkaflokkurin við hesum uppskotinum hevur fyri teimum lágløntu í samfelagnum. Flokkurin sat við fíggjarmálum í landsstýrinum í árunum frá 2019 til 2022, og tá broytti hann hvørki landsskattastigan ella barnafrádráttin hjá landinum. Ikki við einari einastu krónu, - hóast ógvisligi prísvøksturin tey árini av álvara tærdi uppá keypiorkuna hjá teimum lágløntu.


Men tað var lítið meiri enn at tingið var skipað - í samgongu og andstøðu - eftir seinasta løgtingsval, so var Fólkaflokkurin aftur tilreiðar við sama gamla uppskotinum um kommunala botnfrádráttin, og longu nú roynir flokkurin seg fyri aðru ferð í hesum valskeiðnum við neyvt sama íligna travara.


Tað eru helst fá lógaruppskot, í allari søguni hjá Føroya løgtingi, sum eru feld og vrakað so ofta sum hetta uppskotið. Sjálvt ikki tann stóri rómverski statsmaðurin Cato var so tolin, treiskur og áhaldandi í sínum stríði fyri at fáa Karthago lagdan í oyði, sum Fólkaflokkurn er í stríðnum fyri at hækka kommunala botnfrádráttin – í royndini at skrykkja nøglina úr kommunala búskapinum.


Og nú vit hava leitað aftur í fornaldarfrøðina, so fær uppskotið – hvørja ferð tað verður uppafturhitað og lagt á tingborð - hesi heimskendu orðini at renna mær til hugs: “Eg ræðist grikkar, - eisini táið teir koma við gávum”. Tí eins og við tiltikna hestinum, ið grikkar lótu trojabúgvum, so er uppskotið ein fella, ein snara, sum líkist einari gávu. Skinnið bedregur í ólukkumáta.


Uppskotið er sera snilt orðað av dystin lærdum sjonglørum. Glaði gevarin heldur uppá, at uppskotið onki broytir. Uppskotið kostar onki. Uppskotið gevur bara kommununum eina heimild til at hjálpa teimum lágløntu. Kommunurnar gera sjálvar av um tær brúka heimildina - ella ikki. Hvussu kann nakað rættskikkað menniskja í hesum heimi verða ímóti slíkari umsorgan? Er hetta ikki ein góð gáva frá Fólkaflokkinum til føroysku kommunurnar? Ella, - sum amerikumenn plaga taka til: “What´s not to like?”


Hví hava kommunurnar so í áravís stríðst ímóti hesum afturvendandi uppskotinum, líkamikið um slagið kemur úr høgra ella vinstra knúgva? Vilja kommunurnar veruliga ikki sleppa at hjálpa teimum lágløntu við parlamentariskum heimildum?


Svarið er sára einfalt. Í dag er tað ikki ein kommunal uppgáva at hjálpa teimum lágløntu. At tryggja sosialan javna í Føroyum er ein landsuppgáva burturav i okkara tíð.


Kommunurnar eru til fyri at tryggja staðbundna raðfesting í sambandi við eitt ótal av praktiskum uppgávum. M.a. uppgávum skipaðar í lógum og kunngerðum. Men at minka um stættarmunin er ikki eitt uppdrag sum liggur á kommununum. Tað er ein uppgáva sum landsstýri og løgting eiga burturav. Tey, ið hava biðið lovað sær framat fjálgu sessunum á Vaglinum og donsku heimastýrisradiatorunum í Tinganesi eiga amboðini til at gera nakað við sosialu gjónna, sum víðkast alsamt, harvið eiga tey eisini ábyrgdina fyri at gera nakað við tað, sum nú er fari at líkjast eini dikkandi bumbu frammi í tíð.


Onki er vísari enn tað, at verður uppskotið hjá Fólkaflokkinum samtykt, so verða beinanvegin nógvir peikifingrar á lofti ímóti kommununum. Søgan fer at endurtaka seg, - tað sum var ein heimild verður alt fyri eitt ein skylda hjá kommununum. Landspolitikarar fara tá at tváa sær lógvarnar og vísa til kommunurnar, hvørja ferð kikarin verður settur á inntøkuójavnan í hesum landinum.


Vit síggja hetta í stóran mun longu í dag. Hóast landsins politikarar ráða yvir eini bulmiklari rúgvu av stigvaksandi landsskatti og eini umfatandi sosialari lóggávu, so tosa hesi sum um, at onki annað kann gerast fyri sosiala ójavnan í Føroyum uttan at hækka botnfrádráttin hjá kommununum. Hetta er ikki rætt, men soleiðis verður tosað og róð framundir, og soleiðis smoyggir man sær undan ábyrgdini, tí tað er altíð besta og høgligasta undanførslan at siga, at onnur sita í bakskutinum við stýrisvølinum í hendi og harvið ábyrgdini av samfelagsskútuni.


Ábyrgd er trupul at býta millum partar. Soleiðis er lívið nú einaferð skipað, - ikki minst innan almenna fyrisiting. Eitt ógreitt ábyrgdarbýti millum land og kommunur er besti háttur at tryggja, at onki hendir á einum málsøki. Hetta opinberast fyri okkum dag og dagliga.


Er politiska ynski, at onki skal henda viðvíkjandi inntøkuójavnanum í Føroyum, so er uppskotið hjá Fólkaflokkinum ein góð byrjan – og júst tí eigur tað ikki at koma óvart á nakran, at tað er sjálvur Flatskattaflokkurin, ið aftur og aftur kemur við uppskotinum til ein meiri stigvaksandi kommunuskatt.


Hóast føgru orðini í uppskotinum, so er endamálið við uppskotinum so avgjørt ikki at hjálpa teimum lágløntu – endamálið er í veruleikanum at sleppa teimum lágløntu upp á fjall.


Og Fólkaflokkurin skyldar Føroya fólki at greiða frá, hvussu flokkurin ætlar at tippa holið í landsins kommunukassum - á smáar 300 milliónir krónur – um tað skuldi eydnast flokkinum at lumpa hetta slysálopið ígjøgnum tríggjar tingviðgerðir.


Taks hevur annars gjørt hesa greiningina av kostnaðinum av at hækka botnfrádráttin hjá kommununum:


Botnfrádráttur

Hækking

Kostar

30.000

0

0

35.000

5.000

-40.204.000

40.000

10.000

-80.408.000

50.000

20.000

-160.816.000

60.000

30.000

-241.224.000

65.000

35.000

-281.428.000


ES: https://www.dimma.fo/grein/botnfradrattur-and-fataekradomi


ES: https://www.logting.fo/mal/mal/?id=11054



Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder