2025-03-06 14:30

Fríggjadagin letur upp listaframsýning við Torbjørn Olsen í Gamla Seglhúsinum.
Framsýningin umfatar oljumálningar, nýggj verk, og verður fernisering fríggjadagin 7. Mars klokkan 18:00.
Kinna Poulsen, listummælari flytur fram røðu og koma Karl Martin, Eyðun og Jógvan at syrgja fyri tónleikinum.
Umframt lættari ábit og okkurt leskandi, er møguleiki at heilsa uppá listamannin sjálvan.
Framsýningin, sum hongur uppi fram til 9. Apríl 2025, kann vitjast yrkadagar millum 14:00 og 17:00 og sunnudagar millum 15:00 og 18:00.
Um tað ikki liggur fyri at vitja ásettu tíðir, er man vælkomin at ringja 217055 (Símun) og avtalað eina hóskandi tíð.
Hjartaliga vælkomin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald