Mentan

Tónasmiðurin Knút Olsen verður heiðraður

Í eina heila viku vera konsertir hildnar um landið við tónleiki hjá Knúti. Byrjað verður í Vágs kirkju

2024-10-25 07:50 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Kór og orkestur kring landið venja í hesum døgum konsertskrá at framføra í samband við, at Knút Olsen verður heiðraður fyri sín tónleik. Knút er føddur í Sandavági í 1945. Hann tók læraraprógv á Føroya Læraraskúla í 1969 og hevur verið lærari í Hvalvík, Leirvík, Tjørnuvík og í Tórshavnar kommunuskúla.

Meðan Jógvan Waagstein og Hans Jákup Højgaard áttu mesta partin av føroysku løgunum, sum vóru skrivað í fyrra helmingi av 20. øld, eigur Knút bróðurpartin av tí, sum skrivað av siðbundnum løgum seinastu 50 árini. Harvið kann sigast, at Knút í tónleikasøguligum høpi hevur útfylt eitt tónleikaligt tómrúm, sum var í føroyskum sangi- og kórsangi frá miðskeiðis i sjeytiárunum.

Sjálvt um stílurin hjá honum er siðbundin, og fyrimyndinar uttan iva eru at finna í skandinaviskari, serliga donskari lagaskriving, so hevur tónasmiðurin við góðum hegni og handverki ikki minst, skapað sín heilt egna stíl. Ein stíl, sum han varðveitir í nærum øllum sínum løgum.

Umframt at skriva løg til meira verðsligar tekstir hevur Knút eisini skrivað hópin av sálmaløgum. Fleiri av teimum eru vorðin fastur partur av føroyskum sálmasangi.

Knút hevur eisini skrivað nógv løg til barnasangir, og tá Barnabókaheiðursløn Tórshavnar Býráðs varð latin honum í 1998, segði nevndin soleiðis:

”Knút Olsen hevur í verki sýnt gott oyra og listarligt snildi at gera løg til føroyskar barnarímur og yrkingar. Løgini rigga væl til tekstin og fáa fram sangfýsni barnanna”.

Uffe Bærentsen úr Vestmanna hevur altíð verið hugtikin av tónleikinum hjá Knúti. Nú Knút nærkast teimum 80 árunum, hugsaði Uffe at hetta átti at verið markerað onkursvegna. Í samstarvi við Knút sjálvan og tónaskaldið Atla K. Petersen er ein sonevnd tónleikalig syrpa gjørd við átta av løgum, sum Knút hevur skrivað. Syrpan er skrivað fyri hornorkestur/harmoniorkestur og kór. Syrpan verður framførd kring landið saman við lokalum orkestrum og kórum. Kórini framføra eisini sjálvi eitt úrval av tónleiki hjá Knúti á konsertunum.

Stóra finalan verður í Vesturkirkjuni leygardagin 2. november, tá øll luttakandi kórini í verkætlanini koma til Havnar at syngja.

Sopranurin Hanne Marit Mordal Iversen, sum er hálvur kvívíkingur, kemur úr Noregi at syngja

solo og saman við kórunum. Konsertirnar eru hesar:

Sunnudagin, 27. oktober klokkan 15:00 í Vágs kirkju:

Kirkjukórið Ljómur, Vestmanna sangkór, Skúlakórið í Vágs Skúla, træblásarar og Tvøroyrar hornorkestur og Hanne Marit Mordal Iversen.

Týskavøldið 29. oktober klokkan 20:00 í Sandavágs kirkju:

Vágakórið, Havnarkórið, Tarira, Sørvágs hornorkestur og Vestmanna hornorkestur og Hanne Marit Mordal Iversen.

Mikukvøldið, 30. oktober kl. 19:00 í Fuglafjarðar kirkju:

Fuglafjarðar sangkór, Eystanljóð, Fuglafjarðar hornorkestur og Hanne Marit Mordal Iversen

Hóskvøldið, 31. oktober kl. 20:00 í Christianskirkjuni:

Kórið í Christianskirkjuni, Stranda sangkór, Gøtu kirkju ungdómskór, Barnakór í Klaksvík, Klaksvíkar hornorkestur og Hanne Marit Mordal Iversen

Leygardagin, 2. november kl. 16:00 í Vesturkirkjuni:

Eystanljóð, Fuglafjarðar sangkór, Tórshavnar manskór, Tórshavnar kamarkór, Havnarkórið, Tarira, Gentur úr Musikkskúlanum, Havnar hornorkestur, GHM, fólk úr hinum kórunum og Hanne Marit Mordal Iversen

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder