Vinna

Tøkan av laksi setti met í 2025

Útflutta nøgdin av laksi var 104.000 tons í 2025. Tað er ein vøkstur á 28% samanborið við útfluttu nøgdina í 2024.

2026-03-30 21:40 Author image
Búskaparráðið
placeholder

Útflutta tøkan av laksi setti met í 2025 við 104.000 tonsum, sí mynd 1. Tað er sløk 25 t. tons meira samanborið við 2024, ella ein vøkstur á 28%.

Laksaprísurin fall tó nógv í 2025. Altjóða útboðið av hágóðsku (superior) laksi vaks nógv í 2025. Høvðusorsøkin er meiri effektiv koppseting móti vetrarsári í framleiðsluni í Noreg, sum stendur fyri áleið helvtini av heimsútboðnum. Hetta elvdi til stóran vøkstur í altjóða útboðum av laksi, ið gav eitt stórt prísfall í 2025. Fyri árið 2025 fall eindarprísurin (útflutningsviriðið av laksi býtt við útflutningsnøgdini av laksi) við 18% samanborið við 2024.

Men hóast hetta stóra prísfall, so vaks útflutningsvirðið úr 5,8 mia. kr. til 6,2 mia. kr., ein vøkstur á umleið 7%.

Eisini fyri 2026 væntast ein vøksur í alvinnuni bæði í prísi og nøgd, tí væntast at eisini í 2026 fer útflutningsvirðið av laksi at økjast.

[object Object]

Les meira í várfrágreiðingini hjá Búskaparráðnum her

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder