Vit skapa og eiga eitt ómetaligt ríkidømi í landinum. Men ríkidømið og møguleikarnir eru
ójavnt býtt. Loysingin skal grundast og fremjast í gerandisdegnum, har vit skapa virðir, segði Høgni Hoydal, formaður, sum saman við næstforkvinnuni Sirið Stenberg legði fram.
At tað skal vera bíligari at liva í Føroyum, og at tað serliga eru tey við lægstu inntøkunum, sum nú eiga fyrst at verða lyft upp, gongur ígjøgnum alla valskránna.
Fíggingin til hesi mál skal millum annað koma frá vinnufeløgunum við hægstu vinningunum - sum jú eru serliga høgir í løtuni.
Tjóðveldi leggur, umframt umfordeiling, eisini dent á at gera yvirtøkur av m.a. loftrúminum og løgregluni í komandi valskeiði, og rópar varskó um støðuna hjá føroyska málinum. Og so fer flokkurin til val uppá at tryggja búskaparstøðuna, og at hetta verður gjørt við egnari megi heldur enn blokkstuðli.
Á listanum hjá Tjóðveldi eru 31 valevni. Á myndini eru øll tey, sum høvdu høvi at koma til framløguna í Smæruni í Havn í gjár.
Sjálvbjargni og góð livikor hjá øllum.
Anfinn í Toft
Annika Olsen
Annita á Fríðriksmørk
Ásla Leila Birgirsdóttir Johansen
Bjørt Samuelsen
Christian Guttorm Mathisen
Dennis Holm
Eirikur í Jákupsstovu
Erling Jóannesarson Eidesgaard
Fróði Bjarkason Skúvadal
Gudny Vang
Hervør Pálsdóttir
Høgni í Stórustovu
Høgni Karstin Hoydal
Ingolf Sólheim Olsen
Jens Ivaní Gerðinum
Jensina Olsen
Jógvan Jón Oskarsson Henriksen
Jóhan Christiansen
Jón Kragesteen
Kristian Oskar Jónsson Henriksen
Liljan Weihe
Magni Arge
Óluva Elin Klettskarð
Páll á Reynatúgvu
Pól Jóhannus Toftegaard Larsen
Rógvi Nybo
Ronnie Edvard Thomassen
Sigrid Jensdóttir Dalsgaard
Sirið Stenberg
Trina Elttør Eysturoy
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald