Politikkur

Tjóðveldi stendur við sítt orð: Útluting av fiskirættindum síðan 2010 skal kannast

Beinanvegin Tjóðveldi sleppur í stjórn aftur, skal ein kanningarstjóri setast at kanna útlutingina av føroyskum fiskirættindum alt tíðarskeiðið frá og við 2010, og til kanningarstjórin verður settur. Um neyðugt skal hetta gerast við lóg.

2022-07-26 22:28 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder
  1. oktober í fjør kravdu 15 tingfólk, øll úr andstøðuni, at formansskapurin í Løgtinginum setti ein kanningarstjóra at kanna umsitingina av fiskirættindum nevnda tíðarskeið. Kanningarsetningurin var soljóðandi:

”- At kanna lógargrundarlagið, lógar- og reglutulkingar og fyrisitingarligu avgerðirnar í føroyskari fiskivinnufyrisiting viðvíkjandi tilluting og útluting av fiskirættindum síðan 2010, og harundir fyrisitingarligar avgerðir um ítøkiligar útlutingar av fiskirættindum frá 2018 til og við 2021.”

Kravið hjá teimum 15 tingfólkunum varð sett fram við støði í § 38, stk. 2 í Stýrisskipanarlógini, sum sigur, at kanningarstjóri skal setast at kanna illgrunasama embætisførslu hjá landsstýrisfólki, um tveir fimtingar av løgtingslimunum krevja tað.

Jógvan á Lakjuni, løgtingsformaður, kolldømdi tó meginpartin av kanningarsetninginum og vildi bara hava tvey tey seinastu árini kannað. Tíðliga í vár setti hann tískil ein kanningarstjóra at kanna embætisførsluna hjá Jacob Vestergaard viðvíkjandi útlutingini av fiskirættindum í 2020 og 2021.

Vit í Tjóðveldi taka als ikki undir við, at bara hetta stutta tíðarskeiðið skal kannast. Ivi er reistur um útlutingina av fiskirættindum øll árini síðan 2010, eisini um leiklutin hjá Tjóðveldi í sambandi við útlutingina í 2011 og útlutingina, meðan undirritaði sjálvur var landsstýrismaður í fiskivinnumálum seinasta samgonguskeið.

Fiskiríkidømið í havinum kring Føroyar er ogn hjá øllum føroyingum, eins og føroysk rættindi at fiska á fremmandum leiðum eisini eru tað. Talan er um milliardavirði, sum hvørt ár verða lutað út í fiskirættindum.

Føroya fólk skal ikki vera í iva um, at okkara ríka náttúrutilfeingi, ein høvuðssúla undir okkara búskapi, verður fyrisitið á bæði lógligan og sakligan hátt.

Tí vil Tjóðveldi, nú hetta løgtingsárið er við at renna út, staðiliga gera vart við, at vit framvegis fult og heilt standa við okkara krav um eina kanning av útlutingini av fiskirættindum og embætisførsluni hjá landsstýrisfólkunum í fiskivinnumálum í tí sambandinum øll árini síðan 2010.

Vegna Tjóðveldi
Høgni Hoydal, floksformaður

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder