Mentan

Tilmæli um berarakanning og pinkubarnaskreening handað  Heilsumálaráðnum 

Ein arbeiðsbólkur handaði í dag landsstýriskvinnuni í heilsumálum, Súsannu Bertholdsen,  tilmæli um at skipa kanningar av ílegusjúkum í Føroyum og at víðka verandi  pinkubarnaskreening. 

2025-03-06 15:16 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder




Arbeiðsbólkurin mælir í stuttum til, at øll komandi foreldur fáa tilboð um berarakanning fyri ávísar  deyðiligar sjúkur, sum ikki kunnu viðgerast. Talan er um seks sjúkur, sum hava lutfalsliga høgan  títtleika í Føroyum. Ein berarakanning er ein ílegukanning, sum staðfestir, um ein persónur er  berari av einum sjúkuelvandi ílegubrigdi. Fær eitt par staðfest, at bæði eru berarar av sama  ílegubrigdi, hava tey ávísar møguleikar, sum eisini verða lýstir í tilmælinum. 

Undirtøka tykist vera millum føroyingar fyri at gera tílíkar berarakanningar. Ein hugburðskanning  hjá Heilsugranskingareindini í Sjúkrahúsverkinum staðfesti nevniliga í 2024, at føroyingar taka sera  væl undir við einum almennum tilboði um berarakanning fyri deyðiligar ílegusjúkur. 

Víðkað pinkubarnaskreening 

Tilmælið greinar og lýsir eisini tørvin á at víðka verandi pinkubarnaskreening við at gera  ískoytiskanningar, sum eru snikkaðar til føroysk viðurskifti. Sum er, verða føroyskir nýføðingar  kannaðir eftir sama leisti sum børn í Danmark við sonevndu PKU-royndini. Arbeiðsbólkurin mælir til  at gera ískoytiskanningar fyri fýra sjúkur, sum eru vanligari í Føroyum enn aðrastaðni. Talan er í  hesum føri um sjúkur, sum kunnu viðgerast. Umráðandi er, at møgulig sjúka verður staðfest tíðliga,  fyri at kunna veita bestu viðgerðina. 

Ílegukanningar eru ofta tongdar at ávísum etiskum spurningum, og í tilmælinum verður atlit tikið til  hesi viðurskifti. Mælt verður í hesum sambandi til, at kunning og undirvísing um arvagongd og  ílegusjúkur verða uppraðfest. 

Arbeiðsbólkurin 

Arbeiðsbólkurin var mannaður av umboðum fyri Heilsustýrið, Sjúkrahúsverkið og Heilsumálaráðið.  Formaður í arbeiðsbólkinum var Bjarni á Steig, stjóri í Heilsustýrinum. 

Arbeiðsuppgávan hjá arbeiðsbólkinum var: 

  • at greina nærri og orða eitt tilmæli um, hvussu eitt tilboð kann skipast, sum hevur til  endamáls, at øll komandi foreldur fáa tilboð um at kanna, um tey eru berarar av deyðiligum  ílegusjúkum 
  • at nágreina, hvørjar ílegusjúkur eiga at vera partur av tílíkari skreening 
  • at lýsa, um neonatalskreeningin eigur at tillagast fyri at betra um viðgerðina av ílegusjúkum,  sum kunnu viðgerast 
  • at lýsa tørvin á arvafrøðiligari ráðgeving, tá ið tílíkar skipanir verða settar í verk, eins og  hvussu ein tílík ráðgeving eigur at skipast 
  • at lýsa fíggjarligar og starvsfólkaligar avleiðingar av tilmælunum  
  • at lýsa møguligar etiskar avleiðingar av tilmælunum.  

Tilmælið er tøkt á www.hst.fo 

Heilsustýrið

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder