Politikkur

Tilflytarar eru heil menniskju, ikki bara “arbeiðsmegi”

Ein av stóru trupulleikunum í kjakinum um tilflytarar er, at føroyingar hava lyndi at síggja niður á hesi fólk. Tey verða ikki møtt við tí viðurkenning, tey hava uppiborið. Her hugsi eg ikki um rasismu og slíkt, men um ta líkasælu, ið nógvir tilflytarar verða møttir við í Føroyum.

2026-01-27 21:22 Author image
Sámal Matras Kristiansen
placeholder

Stundum síggjast meiningar sum, at “talan er bara um fremmandaarbeiðarar ið koma higar at gera eitt arbeiði, og fara so avstað aftur”, fylgt av, at “eingin orsøk er til at integrera teir, tá teir ikki verða verandi” og “tey eru tí bara tíðaravmarkað her. Hví skulu vit so brúka pengar uppá at integrera teir, áðrenn teir fara heim aftur?”

Hesar fatanir hava lyndi til at redusera hesi menniskju til arbeiðsmegi, tvs. ein framleiðslufaktor (labour á enskum), ið saman við rávørum, framleiðslutólum v.m. skulu fáa “føroysku framleiðslumaskinuna” at koyra. Tá ið tørvur ikki er á arbeiðsmegini longur, verður hon send av landinum aftur.

Ein “brug og smid væk”-hugburður mótvegis menniskjum.

Tilflytararnir verða sæddir á ein “mekaniskan hátt” sum boltar, skivur og møtrikar, ið kunnu innflytast og síðani útskiftast, tá tørvur ikki er á teimum longur. Hesi meniskju verða mestsum sædd sum “eykalutir”, ið vinnulívið skal fáa fatur á skjótt og lagaliga, tá tørvur er á teimum, og helst eisini bíliga.

“Bíliga” merkir í hesum føri, at vinnulívið einans skal gjalda beinleiðis framleiðslutengdu kostnaðirnar fyri hesa “arbeiðsmegi”, men ikki skal gjalda fyri at integrera “heila menniskjað” í føroyska samfelagið. Vinnulívið skal sleppa undan at gjalda stóru kringkostnaðirnar, ið sum vera man eru hægstir í byrjanini og síðani lækka, um integratiónin er væl eydnað. Tá gerast tilflytarar ein langskygdur vinningur fyri samfelagið. Í teimum førum, tá ið integratiónin miseydnast - sum so ofta í okkara grannalondum - verður kostnaðurin tó størri við tíðini, tí tilflytararnir beinleiðis koma í andsøgn við móttøkusamfelagið. Í staðin fyri at tilflytararnir verða integreraðir, elva teir tá til disintegratión av (lokal)samfelagnum, um teir verða ov nógvir í tali.

Integratión er ikki nakað, ið bara hendir av sær sjálvum. Man kann ikki vænta, at menniskju koma til Føroya og fungera lýtaleyst frá degi eitt - ella í minsta lagi rættiliga skjótt. Eitt er málsliga forðingin, men harumframt eru nógvar aðrar mentanarligar og sosialar forðingar. Sum steinur oman á byrðu kemur vantandi viðurkenning av nógvum tilflytarum og reduseringin av teimum til “arbeiðsmegi”. Tað er ikki nógv at byggja ein samleika á, og hvussu kanst tú byggja upp sosial sambond í einum nýggjum landi, tá fólk í hesum landi mestur síggja teg sum ein fyribils eykalut í “samfelagsmaskinuni”?

Tilflytarar mugu síggjast sum heil menniskju, ið koma til Føroya at byggja hetta land. Tey kunnu ikki bara síggjast sum eykalutir, men mugu integrerast frá degi eitt - fáa holla útbúgving, ið ger tey før fyri at virka og mennast her á landi. At gerast ein vælvirkandi føroyingur tekur nógv ár av bæði óformligari og formligar sosialisering: óformligari ígjøgnum samfelagslig sambond og formligari ígjøgnum skúlaverkið. Tað tekur fleiri áratíggju at evna til ein vælvirkandi “føroying”, og sjálvandi tekur tað eisini nógv ár at umskúla ein tilflytara til at liva og virka optimalt í Føroyum.

Alt annað er ynskihugsan!

Nakað annað er, at tað er munur á integratións-førleikunum hjá tilflytarum. Ikki øll hava sama grundførning, tá ið tey koma til Føroya, og munur kann eisini vera á integratións-viljanum hjá ymiskum menniskjum. Tí mugu Føroyar aktivt velja teir tilflytarar til, ið veruliga vilja Føroyar; vilja gerast ein partur av okkara viðbrekna samfelagi.

Kaare Dybvad Bek (S), “arbeiðsmálaráðharri” í donsku SVM-stjórnini, hevur júst útgivið áhugaverdu kjakbókina “Vi inviterede arbejdskraft - men der kom mennesker”. Í bókini ger hann upp við mytuna um, at tað ikki finst nakað alternativ til at fáa arbeiðsmegi uttaneftir. Hann setir spurnatekin við, um innflyting av arbeiðsmegi gevur tann stóra búskaparliga vinningin, ið summir politikarar og vinnulívsfólk halda. Hann hevur tí ítøkilig uppskot til, hvussu búskapurin kann skipast uttan so stóra tilflyting og uttan at leggja trýst á skipaða arbeiðsmarknaðin. Tilflytingin skapar eisini trupulleikar fyri samanhangsmáttin í samfelagnum, eins og á stovnum, skúlum o.a. Dybvad heldur, at stóra tilflytingin er eitt stórt “eksperiment”, ið vit ikki kenna avleiðingarnar av. Minnir meg um slagorðið hjá Angela Merkel: “Wir schaffen das!”, ið vísti seg at vera hybris.

Haldi at heitið á bókini er rámandi. Nógv okkara vilja fegin hava arbeiðsmegi at hjálpa okkum, men “tíverri” fylgja menniskju við arbeiðsmegini. Hetta er ein rættiliga óhuman tankagongd.

Vit eiga ikki at síggja tilflytarar sum arbeiðsmegi, men sum heil menniskju!

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder