2026-06-03 23:40
Klokkan 10:18 í morgun fekk MRCC støðin eina fráboðan um, at Bragd hevði fingið maskintrupuleikar vestanfyri Sandoynna.
Rescue Sverri var boðsendur, og sleipaði Bragd á Havnina.
Sverri var hjá Bragd klokkan middegi, sum tá var staddur 16 fj. vestur úr Sandoynni. Klokkan 18 komu bátarnir á Havnina.
Rescue Lív er ikki tøk í løtuni. Rescue Lív fór til Svøríkis fyri nøkrum døgum síðani.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald