Vinna

Til minnis um úrmælingin á sjógvi og landi, Olaf Olsen

..

2026-08-31 15:44 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 


Til minnis um úrmælingin á sjógvi og landi, Olaf Olsen

Fríggjadagin bórust boðini um, at Olaf Olsen, fyrrverandi løgtings- og landsstýrismaður fyri Fólkaflokkin og fjølgávaður, stórvirkin vinnulívsmaður, er farin foldum frá, 91 ára gamal.

Olaf var stillførur maður. Hann var kendur fyri sítt róliga og sáttliga lyndi og hevði ikki fyri neyðini at brúka stór orð ella gera nógvan háva um seg. Men aftan fyri stillføra huglagið og atburðin var ein maður við nógvari vitan, tilviti, drúgvum royndum á sjógvi og landi og greiðum hugsjónum.

Hann var væl lisin, fylgdi væl við og varðveitti sín stóra áhuga fyri trúar- og vinnulívi og samfelagsviðurskiftum til tað seinasta.

Olaf varð borin í heim í Søldarfirði í 1935. Foreldrini vóru haðani, Agnas og Jákup Olsen, vanliga nevndur Jakku í Søldarfirði. Tey bæði fingu 8 børn, 2 dreingir og 6 systrar, men yngsta, Rosa, doyði bert eina viku gomul. Pápi Olaf, Jakku, eigur fleiri av kendu sangunum í Sangbók Guds Fólks.

Korini vóru trong, og familjan flutti ikki inn í egin hús fyrr enn í 1948. Tá var Olaf 12 ára gamal.
Trongu korini settu síni spor í Olaf bæði so og so. Longu sum blaðungur var hann raskur at arbeiða. Hann gjørdi nyttu sum slóttumaður, flórsópari, køstskumpari, fjallmaður, torvberi o.t. hjá trimum skyldmonnum, sum vóru bøndur, og fekk nakrar fáar krónur afturfyri, sum hann gav móður síni.

Eitt fast arbeiði um veturin var, tá søldfirðingar ruddaðu kava við skuplu av vegnum niðan ímóti gøtumonnum, til teir møttust uppi á Gøtueiði, so koyrandi var við fólki og farmi millum Søldarfjørð (Toftir) og Fuglafjørð.

Olaf hugsaði longu tá, hvussu óneyðuga strævið tað var at endurtaka og arbeiða við hond soleiðis dag um dag, til tað var kavað, fokið og fannað afturíaftur morgunin eftir. Soleiðis hugsar, venist og mennist ein komandi íbirtari, slóðari og at enda vinnulívsmaður sum Olaf.

Sjólívið og fiskivinnan vóru ein týðandi partur av lívinum hjá Olafi. Sum ungur fór hann fyrst sum kokkur og 5. maður við sandbáti hjá Dánjal Jákupi Jacobsen. So frægt lærdi Olaf at kokkast, at Alfred í Grund bað hann við sum mess á trolaranum Tórhalli. Hann sigldi við honum tveir túrar, í 5 mánaðir tilsamans.
1952-54 var Olaf við Atlantfarinum, tá stór skonart, við línu til saltfiskí Grønlandi og í 1954 á sild norðanfyri við gørnum. Í 1950-árunum var aftur ring kreppa, so 100-tals føroyingar sigldu við íslendskum trolarum. Olaf fór sjálvur við Gudmundi Juni og Thorkelli Mána í 1955-57. Har lærdi hann seg íslendskt til lítar. Sum bátsmaður og 2. bestimaður lærdi hann fiskiskap við troli. At riða (trol)net høvdu Jóan Jakku abbabeiggin og Jakku pápin lært hann. Tað kom væl við undir Íslandi og skuldi gerast stórur partur av lívi Olafs sum vinnulívsmanni í Fuglafirði og í Havn á trolvirkinum Vónini og í Runavík á Beta.

Í Íslandi spardi hann 3.000 kr saman hvørt ár til Sjómannaskúlan. Summarið 1958 var hann við Kaj í Hvannasundi á Skálabergi. Aftur 3.000 kr har.

Tá Olaf fór til Havnar at læra til skipara og stýrimann hitti hann eisini gentuna, Honnu Sundstein. Í 1962 giftust tey bæði, búsettust við eystara arm á Skálafjørðinum og fingu árini 1963 – 1973 fýra børn: Malina, Ragnar, Ester og Honnu. Øll giftust og búsettust í Søldarfirði og fingu børn her.

Eftir stýrimansprógv í Havn sigldi Olaf sum yvirmaður hjá DFDS. So fór hann til Marstal og tók prógv sum skipsførari í 1965. Í 1967 fór Olaf á Danmarks Tekniske Institut til víðari útbúgving, sum gav honum kjans sum lærari á Sjómannaskúlanum. Men starv á skúlabeinki var heldur fáligt hjá einum pressara sum Olafi Olsen

Í 1969 keyptu Olaf, tá 33 ára gamal, o.a. ídnaðartrolaran Vónina, sum eigararnir allir sigldu við fyrstu tíðina. Hetta gjørdist byrjanin til eitt langt og virkið lív í føroyskum vinnulívi. Olaf, Jákup Oluf á Lakjuni o.a. fingu boðið og keyptu eitt lítið netavirki í einum kjallara (City) í Fuglafirði og síðan útgerðina á trolvirkinum hjá Poul Hansen, stjóra á Kimbil, ið reiddi út og helt tíl á Bacalao.

Trolvirkið Vónin flutti til Fuglafjarðar, og var Olaf í mong ár stjóri í felagnum, ið stóð hansara hjarta so nær. Virkið er útbygt fleiri ferðir og gjørdist eitt altjóða felag, ið seldi sniðgivin trol til ymsar veiður og veitti troltænastur innan- sum uttanlands.

Um 1970’unum keypti Skipafelagið Føroyar teir sonevndu 10 ’kubatrolararnar’. Teir vóru bygdir í Eysturtýsklandi sum sosialhjálp til kommunistiska Kuba. Men har tímdi eingin at sigla ella fiska. So Oddur Niclasen, stjóri á Skipafelagnum og Knút Nolsøe, maskinmeistari, gjørdu av at keypa hesi óbrúktu skip fyri 1 mió. Kr. stykkið. Carl Vilhelm Weihe o.a. buðu Olafi at leggja eina ætlan til at seta hesar 10 trolarararnar i stand til fiskiskap við Føroyar.

Henda royndin eydnaðist, og skipini vórðu rikin úr Runavík við Olafi sum stjóra á nýstovnaða felagnum Beta. Tað var við til at menna ein týðandi part av føroysku fiskivinnuni, ikki minst (par)troling eftir upsa.

Serliga gjørdist Olaf tætt knýttur at Beta og kubatrolarunum, sum hava fiskað og landað 100-túsundtals tons fyri ótaldar milliónir krónur av hesum fiskaslag. Tey fyrstu árini landaðu kubatrolararnir mest til Handils- og Frystivirkið, flakavirkið í Fuglafirði, sum Olaf eisini var stjóri á. Eisini í tí virkinum var Olaf við til at skapa íalt 100-tals arbeiðspláss í fleiri ára-10.

Olaf og Jógvan I. Olsen, tingmannur og reiðari á Toftum, tóku stig til at stovna og byggja høli á keiøkinum á Toftum til Føroya Fiskamarknað, ið hevur havt risa týdning fyri ein opnan marknað fyri allan tann fisk, ið føroyskir fiskimenn høvdu ynski um at selja til besta prís. Hann hevur virkað mikið væl og er nú ryggurin í einum væl virkandi og fríum keyps- og søluskála av fiski frá føroyskum skipum til føroysk framleiðsluvirki.

Eisini tóku Olaf o.a. stig til at stovna og byggja eina Kassamiðstjøð, so góð íløt kundu vera til keyps og leigu hjá føroyskum skipum, ið á tann hátt fingu góðskubetri fisk landaðan.

Hesin kunnleikin og hesar royndirnar tók Olaf við sær inn í politiska arbeiðið, og í 1980 varð hann valdur á Føroya Løgting fyri Fólkaflokkin í Eysturoy. Har sat hann í 14 ár, fram til 1994. Í tveimum umførum varð honum litið upp í hendur at røkja landsstýrissess. Fyrra skeiðið hevði hann ábyrgdina av fiskivinnu- og handilsmálum, og seinna skeiðið umsat hann ídnaðar-, heilsu- og landbúnaðarmál. Hann røkti eisini sessin sum varaløgmaður.

Olaf hevði politiskan rygg og dirvi til at skerja djúpt á teimum málsøkjum, hann umsat, tá tað galt at rætta ein viknandi føroyska búskapin við fiskaloysi í 1990-árunum inn til nýggjar avbjóðingar við
Men Olaf var meira enn vinnulívsmaður og politikari.

Trúgvin hevði stóran týdning í hansara lívi. Frá ungum árum hevði hann sína gongd í samkomulívinum, fyrst í Elim í Søldarfirði og seinni í Berøa í Saltangará, har hann sat í elstaráðnum i mong ár.

Olaf hevur týtt til føroyskt fleiri bøkur um trúarkappar, ið hava ávirkað hann og mong onnur.

Hóast Olaf fyri mongum árum síðan gavst í politikki, hvarv samfelagsáhugin ongantíð. Hann helt fram at lesa, skriva og taka lut í orðaskiftinum. Hann hevði áhuga fyri tí, sum hendi rundan um seg, og hevði framvegis nógv at bera víðari av sínum royndum.

Eisini søguna og virki á sjógvi og landi helt hann fast um. Í nógv ár savnaði og varðveitti hann eitt stórt skjalatilfar um føroysku fiskivinnuna og virksemið hjá Beta. Við hesum syrgdi hann fyri, at ein partur av føroyskari vinnusøgu ikki fór í gloymskuna, men kundi varðveitast fyri eftirtíðina, um nakar fiski- ella havfrøðingur tekur seg saman til at arbeiða við hesum rúgvis- og virðismikla tilfari, tað einasta av sínum slagi.

Nú Olaf er farin og sameindur við síni kæru og vinir í ævinleikanum, stendur eftir hann eitt langt og virkið lív og eitt stórt íkast til føroyska samfelagiðfarnu 3/4-øldina.

Vit í Fólkaflokkinum minnast Olaf við virðing og takksemi. Vit takka honum fyri hansara risa arbeiði fyri føroyskum vinnulívi og fyri trúfesti móti flokkinum og fyri politiska arbeiðið og avrikini.

Tankar okkara eru hjá familjuni og øllum teimum, ið stóðu Olafi nær.
Friður veri við minninum um Olaf Olsen.

Fólkaflokkurin



placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder