Mentan

Til minnis um Páll Bjarka Johannesen

Tað kom sera dátt við, at mammubeiggi okkara, Bjarki, so brádliga varð tikin frá okkum.

2022-08-08 12:55 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Tað kom sera dátt við, at mammubeiggi okkara, Bjarki, so brádliga varð tikin frá okkum. Hann hevur fram til fyri stuttum, havt góða heilsu, men hon fór brádliga at bila. Kortini kom hann út í náttúruna til tað seinasta, sum var hansara stóri áhugi. Hann var altíð klárur til ein túr í hagan og dámdi sera væl at siga frá ymiskum, sum hann hevði upplivað ymsastaðni í haganum, bæði frá fyrr og nú.

Hann kom altíð saman við okkum í heimi okkara, og var tí partur av okkara familju. Næstan hvørja ferð hann kom inn á gólvið, fekk hann onkra uppgávu. Har skuldi hann hyggja eftir teldum, telefonum og øðrum hjá foreldrunum, sum ikki riggaðu sum tey skuldu; sovorðið fekk hann altíð aftur í rættlag. Hann risti mangan á høvdinum at teimum og helt tey verða eiðasør innanfyri tøkni og hevði eisini stuttleika burtur úr hesum. Ofta sat hann uppi til langt út á kvøldið og náttina og hugdi at ymiskum sendingum á øllum teimum kanalum, hann hevði; og um vit ella mamma komu inn seint á kvøldi, vóru vit sitandi saman við honum og hugdu. Tað var altíð hugnaligt.

Bjarka dámdi væl høgtíðir og dugdi sera væl at keypa jólagávur til bæði børn og vaksin. Hann gleddist um at geva gávur. Nýggjársaftan sat hann altíð klárur við myndatólinum, tá klokkan sló midnátt. Honum dámdi væl at vísa okkum vakrar myndir, sum hann hevði tikið og hevði altíð onkra søgu, sum hoyrdi til myndirnar. Vit plagdu at arga hann við, at vit gleddu okkum at arva hansara myndaútgerð, og honum dámdi væl at skemtað við hesum. Hóast nøkur av okkum fluttu av landinum, fylgdi hann við okkara lívið uttanlandað og ringdi altíð fyri at vita um vit vóru lend, tá vit ferðaðust heim til Føroyar.

Mamma hevði stóra umsorgan fyri beiggja sínum, nú hann búði einsamallur eftir at omma doyði. Um hon ikki hoyrdi frá honum í einar tveir dagar, byrjaði hon at spyrja, hvar hann mundi vera og hvat hann mundi gera. Hon beyð honum ofta til døgurða, serliga sunnudagar og um høgtíðirnar. Ein av teimum føstu setningunum var: ”Vit mugu ikki gloyma Bjarka”. Bakaði hon okkurt, var altíð ein partur borin oman til hansara. Tá ið hann hevði føðingardag, tók hon sær altíð av at borðreiða og baka og gera dagin hugnaligt inni hjá honum og tað dámdi honum væl.

Fyri mammu verður tað serliga stórur saknur og eitt tómrúm nú Bjarki ikki longur kemur inn á gólvið og hon heldur ikki kann vitja oman til hansara.

Men deyðin spyr ikki eftir tí. Vit vilja goyma tað góða, ið vit upplivdu saman við Bjarka, og varðveita minnini um hann.


Lennard, Nora, Vivi, Sunneva og Jórun

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder