Vinna

Closed for Maintenance gjørt eitt flott arbeiði við útsýnistaðið til Trøllkonufingur

Í ár hevur Visit Vágar aftur skipa fyri eini Closed for Maintenance verkætlan, hesaferð við útsýnistaðið til Trøllkonufingur.

2026-05-13 08:18 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Tað bláa liðið var samansett av sjey útlendingum, tveimum føroyingum umframt Brynds, Sólbjørn og Búgva, frá kommununi. Hava arbeitt á staðnum fyri at bøta um gøtuna og lendi og gjørt ymiskt fyrifallandi arbeiði.

Áleið 30 tons av tilfari er flutt frá vendiplássinum út á staðið, so nú skuldi gøtan helst hildi í nøkur ár afturat.

Mánadagin í síðstu viku var síðsta hond løgd á, tá vit síggja betur hvussu sandurin leggur seg, og steinar verða stoyptir har tað er neyðugt. Eisini verður okkurt hegn skift út og flutt í nærmastu framtíð.

Tað skrivar Bryndis í Dali á bólkin "Vit í Vága kommunu", sum eisini eigur hesar myndirnar.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder