Politikkur

Til A, B, C, E, F og H

Við heimastýrisskipanini sleptu danir kravinum um at teir skuldu krevja upp statsskatt í Føroyum. Afturfyri skuldu vit ikki krevja skatt av dønum.

2022-10-13 09:30 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Men nú stilla tit upp til fólkatingsval.

Tað sigst at tit ætla, um tit verða valdir, at taka við løn frá danska statinum fyri at sita á danatingi. Hetta eru upphæddir, sum danski staturin fær við at leggja skatt á danir. Tað er fólkarættarbrot at danski staturin krevur upp skatt, sum verður nýttur at gjalda til umboðsmenn úr Føroyum, sum hevur sín egna landskassa. Talan er bæði um løn og eftirløn til tey sum sita á fólkatingi og um 33 krónur fyri hvørja atkvøðu, sum flokkarnar fáa um teir fáa meir enn 1000 atkvøður.

Av tí at talan er um ólógligt útgjald, hevur Føroya fólk krav upp á at fáa at vita fyri 31. oktober 2022, hvussu nógv hvør flokkur hevur fingið útgoldið síðan 1948.

Harumframt er bráðneyðugt at vit, sum skulu velja, fáa at vita, hvør av tykkum ætlar at at leggja av at taka við hesum ólógligu upphæddum.

So kann hugsast at orsøk verður til at fara á val.

Zakarias Wang

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder