Mentan

Tíðindi: Vísindavøka verður í Sjóvinnuhúsinum fríggjadagin

.

2024-09-25 15:46 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 


Tíðindi: Vísindavøka verður í Sjóvinnuhúsinum fríggjadagin


Vísindavøka – størsta almenna tiltakið í Føroyum, sum fagnar gransking, menning og nýskapan – fer av bakkastokki fríggjamorgunin. Vísindavøkan verður í Sjóvinnuhúsinum í Havn fríggjadagin 27. september kl. 8.30 og varir til á leið kl. 16.30.


Í Kongshøll á 4. hædd verða 20 stuttar framløgur um alt frá vitlíki og sálarligari heilsu hjá ungum til hugburð til ílegukanningar og støðuna hjá skúgvi í Føroyum.  Sí dagførdu skránna her


Uttanfyri, á Svalanum og á 3. hædd eru ymisk tiltøk fyri stór og smá.


Uttanfyri fara fólk frá Havstovuni millum annað at kanna fiskar og sýna fram hópin av fiskasløgum. Fólk frá Jarðfeingi fara at vísa, hvussu tey logga jarðhitahol. Lærarar og næmingar á Glasi gera ymsar stuttligar og hugvekjandi royndir.


Á Svalanum fara fólk frá Umhvørvisstovuni millum annað at varpa ljós á fjølbroytta fuglalívið í Føroyum við einari fuglaeyðkenniskapping. Fólk frá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni fara at gera vatnkaningar og annað. Fleiri deildir á Fróðskaparsetrinum vera við, millum annað fer at bera til at gera aldur í einum tanga og betongsmykkur. Eisini verður farið á ferð inn í kroppin við VR-brillum og til ber at royna at lesa úr Kongsbókini. Firum, Landsbókasavnið og Sjókovin verða eisini við á Svalanum.


Á 3. hædd fara Jórun Pólsdóttir og Silas Olofson at vísa Fuglatættir við livandi myndum og ein fotoframsýning av fuglum verður har.


Til ber at royna seg í fleiri kappingum.


Dagurin endar við miðlafagnaði kl. 15.30 við snarrøðum, framløgu frá Silas Olofson um fuglar og handan av ársins miðlaheiðursløn.

Øll tiltøkini er almenn og ókeypis.

Stoymt verður frá framløgunum í Kongshøll - til ber at fylgja við her


Vegna fyriskipararnar

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder