
Góðu Steinur og Brandur. Vit vilja hervið takka tykkum hjartaliga fyri tykkara íkast og arbeiði í nevndini hjá Føroya Seyðahundasambandi. Tit hava við tykkara ágrýtni verið við til at menna og styrkja felagið, og tað er við stórari virðing og takksemi, at vit síggja aftur á tykkara tíð í nevndini. Steinur, sum peningarrøkil hevur tú havt ein týðandi leiklut í at tryggja fíggjarliga støðufestið hjá felagnum, og Brandur, sum skrivari hevur tú altíð verið til reiðar at stuðla og hjálpa til, har tørvur hevur verið á tí. Góði Tummas, vit vilja somuleiðis takka tær hjartaliga fyri títt stóra arbeiði sum formaður í nevndini hjá Føroya Seyðahundasambandi. Tummas Jacobsen heldur fram sum næstformaður. Vit vilja eisini ynskja nýggju nevndini alt tað besta.
Nevndin skipar seg soleiðis:
Jónstein Petersen, formaður;
Tummas Jacobsen, næstformaður;
Anna Sofía Fjallheim, skrivari;
Tóki B Mikkelsen, peningarøkil;
Sigtór Dam, nevndarlimur;
og eykalimir eru Ketty A.V Hentze og Hanus Højgaard.
Vit ynskja tykkum øllum alt tað besta framyvir og vóna, at tit framhaldandi fara at stuðla felagnum við tykkara vitan og royndum.
Við bestu kvøðu, Føroya Seyðahundasamband
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald