Mentan

Tíðindastubbi frá Lions Suðuroy

.

Martin Kúrberg, leiðari á Herberginum, høgrumegin, takkar Bent Albinus, forseta í Lions Suðuroy, fyri gávuna

Martin Kúrberg, leiðari á Herberginum, høgrumegin, takkar Bent Albinus, forseta í Lions Suðuroy, fyri gávuna

2025-12-19 15:30 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder




Hetta var ein fantastisk gáva at fáa


Frelsunarherurin er ein felagsskapur, sum ger eitt stórt sosialt arbeiði. Ikki minst gera tey tað ígjøgnum Herbergið í Havn har tey hýsa fólkum, sum onga aðrastaðni hava at vera.

Á Herberginum kunnu fólk eisini fáa eina máltíð, umframt at tey bera eskjur við mati út til fólk, sum treingja til.

Hetta arbeiðið vildi teir í Lions Suðuroy fegnir stuðla og henda dagin var forsetin í Lions Suðuroy, Bent Albinus, á gátt á Herberginum í Havn við eini heldur forkunnugari gávu. 

Gávan var 11 fesk veðrakrov.

Hetta er ein heilt fantastisk gáva, segði Martin Kúrberg, leiðari á Herberginum.

Hann sigur, at kjøtið skal brúkast til døgurðamat á Herberginum. 

Og tað gongur nógvur matur á Herberginum, tí tey hava nógv fólk til døgurða hvønn einasta dag aloftast ímillum 25 og 50 fólk um dagin.

Talan er um fólk sum búgva á Herberginum, men tað eru eisini onnur, sum koma at fáa eina máltíð.

– Vit gera eina yvir 9.000 máltíðir um árið, so tað skal nógvur matur til, sigur Martin Kúrberg.

Hann sigur, at harumframt pakka tey eisini einar 300 - 400 mateskjur um árið, sum tey bera fólki, sum hava lítið.

Hann sigur, at kjøtið frá Lions fara tey at hava feskt at steikja og kóka til døgurða til øll hesi fólkini. Men tey fara eisini at salta nakað av tí fyri at vita, hvssu tað roynist.

Martin Kúrberg sigur, at tað eru nógv fólk alla møguliga staðni, sum hugsa um tey á Herberginum og sum lata teimum ymsar matvørur. 

Tað gera fleiri handlar, men tað er heldur ikki so sjáldan at skip ringja á Herbergið og siga frá, tá ið tey sigla heim, og so taka tey ræstan fisk, flak og aðrar fiskavørur, heim við til Herbergið.

– At fáa gávur sum hesa frá Lions Suðuroy, ger okkara arbeiði so ómetaliga nógv lættari, sigur Martin Kúrberg. 



MYNDATEKSTUR


Martin Kúrberg, leiðari á Herberginum, høgrumegin, takkar Bent Albinus, forseta í Lions Suðuroy, fyri gávuna

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder