Tíðindaskriv:
Nýggj frímerki frá Posta í dag, 24. juni
Tær fýra árstíðirnar eftir Heiðrik á Heygum
Fyri ári síðan gav Posta, sum fyrsta norðurlendska postverk, út kryptofrímerki. Myndevnið var árstíðirnar, sum Heiðrik á Heygum sniðgav so hegnisliga.
Og nú, júst eitt ár seinni, verða vøkru tekningarnar givnar út sum vanlig frímerki, tó hesa ferð settar saman í einum smáarki við vøkrum blómukanti.
Um íblásturin til útgávuna sigur Heiðrik á Heygum soleiðis: “Posta læt mær eina sera spennandi uppgávu upp í hendur. Eg varð biðin um at sniðgeva frímerki, sum myndaðu tær fýra árstíðirnar í Føroyum. Spentur upp á at fagna okkara serstaka mentanarliga samleika, fekk eg íblástur úr vøkru broderaðu blómunum í føroysku klæðunum. Við at seta blómur og djór, alt eftir árstíðini, inn í sniðini, royndi eg at skapa frímerki, sum myndaðu tær veruligu Føroyar.
Eg valdi við vilja svarta bakgrund við tilvísing til siðbundnu føroysku klæðini, sum ofta eru svørt við vøkrum broderaðum blómum. Henda avgerð fagnar ikki einans okkara mentanararvi, men dregur eisini fram vøkru blómulitirnar og skapar harvið eina visuelt eyðsýnda samanseting, sum ger tann siðbundna føroyska estetikkin ítøkiligan.”
Í sambandi við útgávuna hevur Posta eisini latið framleitt eina heilt serliga mappu í avmarkaðari nøgd. Í mappuni eru øll fýra kryptofrímerkini umframt ein serlig útgáva av vakra smáarkinum, sum er talmerkt og hevur undirskriftina hjá Heiðriki á.
Keyp frímerkini á stamps.fo ella á posthúsum kring landið.
Á heimasíðu okkara www.stamps.fo ber eisini til at lesa áhugaverdu greinarnar um føroysk frímerki.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald