Politikkur

Tí stilli je upp til løgtingsvalið

Je havi stilla upp fyri miðflokkin, tí je haldi, at MF eigur at vera umboðaður í suðuroynni og tí at je havi okkurt uppá hjarta.

2022-12-02 11:15 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Je vil gjarna gera eina roynd, at betra um viðurskiftini hjá barnakonum í suðuroynni og teirra familjum.


Je vil gjarna vera við til, at fáa nógv betri viðurskifti fyri fólk við sein-heilaskaða.

Og je vil eisini gjarna varpa ljós á og fáa betri umstøður til børn og ung í suðuroynni, sum hava serligar avbjóðingar.

Eisini vil je vera við til at betra um ferðasambandið millum suðuroynna og meginøkið.

Barnakonur í Suðuri.

Allar barnakonur í Føroyum skulu, síðani 2015, eiga síni børn á landssjúkrahúsinum.

Fyri barnakonur í suðuroynni, fyri mannin og evt. børn i familjuni merkir hetta, at mamman fer til Havnar at vera í minsta lagi 14 dagar áðrenn hon er sett til at eiga.

Hetta merkir aloftast, at hon er burtur heimanífrá í 3 vikur og meira.

Hendan tíðin er tann mest sárbara tíðin í einari barnafamilju. Mamman er sárbar í síni støðu sum barnakona, hon hevur brúk fyri umsorgan og hjálp til nógv gerandisting. At verða send heimanífrá er so ónatúrligt sum nakað kann vera.

Fyri at lætta um hjá henni, fer maðurin sum oftast við og eru onnur børn í húskinum, so fara tey eisini heimanífrá.

Tvs., alt normalt gerandis familjulív steðgar upp og øll verða sett í eina bíðistøðu.

Maðurin fer úr arbeiði, missir inntøku. Eldri systkin fara av stovni ella úr skúla og burtur frá kenda og heimliga umhvørvinum.

Og øll skulu bara bíða. Hvussu longi, veit ongin fyrrenn alt er yvirstaðið. Onkur familja hevur verið í Havn og bíðað í meira enn 6 vikur.


Óvirðiligir gistingarmøguleikar í Havn.

Har tey bíða er ein søga fyri seg.

Ein slitin, illa farin, gomul íbúð í einum líka slitnum, gomlum, illa farnum bygningi á Eirargarði.

Íbúðirnar, fyri ikki at tala um kømurini, eru fullkomiliga óegnað til langtíðar gisting. Gaman í, flatskermar eru keyptir og eisini onkur hissini sofa og stólar, men til at hýsa familjum í hesum ørindum er hetta langt frá gott nokk.

Tað, sum hesar familjurnar hava brúk fyri, eru hølir og viðurskiftir sum minna so nógv um eitt vanligt heim sum til ber.

Eitt heim, har børnini kunnu spæla og vera børn uttan at órógva onnur, sum búgva á somu gongd sum tey á Eirargarði. Eitt heim har mamman kann vera mamma, gera mat og húsast sum um tey vóru heima hjá sær sjálvum.

Barnakonur úr suðuroynni hava brúk fyri einum sethúsum - tað nýtist slett ikki at vera ein millióna bygningur, sum skal byggjast serliga til endamálið. Men tað skal vera gott nokk og ikki minst: tíðarhóskandi.

Onkuntíð er bara tann eina familjan har norðuri, onkuntíð 2 og 3 ísenn. Tey kunnu saktans búgva saman, bara fleiri kømur eru í húsunum.

Nú jólini nærkast

Komandi vikurnar eru familjur sum skulu halda jól og nýggjár í Havn, tí tey bíða eftir at mamman skal fara at eiga. Tey hava ongan verðins kjans at gera sær tað hugnaligt, tí umstøðurnar nú eru ikki til tað.

Hesi kunnu heldur ikki velja at fara heim til familju og vinir at halda jólini, tí fjarstøðan er ov long.

Ogor skulu hava í huga, at tað er líka langt hjá einum suðuroyingi at fara til Havnar, sum tað er hjá einum úr Havn at fara til Keypmannahavnar.

Ogor eiga eisini at arbeiða fyri, at maðurin fær endurgjald fyri mista inntøku, ta tíðina hann fer úr arbeiði og fer til Havnar at bíða.

Hví skulu familjur í suðuroynni gjalda fyri at fáa børn?

Og hví skulu barnakonur úr suðuroynni gjalda fyri at fara til kanningar á landssjúkrahúsinum? Tað gera aðrir føroyingar ikki.

Í 7 ár síðani føðistovan á suðuroyar sjukrahúsi varð stongd, hevur ongin politikari loyst hendan trupulleikan. Og trupulleikin er akkurát líka stórur í dag, sum hann var tá, at byrja við.

Je vil gjarna sleppa framat har sum avgerðirnar verða tiknar, og royna, um hetta ikki kann loysast skjótt. Men so mugu suðuroyingar vísa mær álit 8. nov.

Bjørg av Rana

Valevni fyri Miðflokkin

 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder