Korona

Thetis rættleiðing

Rættleiðing til innslag í Degi og Viku 3. Februar

2022-02-04 14:36 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Í Degi og Viku var innslag um kanningarorkuna hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovu. Í innslagnum var uppgerð av kostnaðinum fyri koronukanningar hjá Thetis, Heilsufrøðiligu Starvsstovu og Smyril Line gjørd.

Í hesum sambandi ynskja vit frá Thetis at gera vart við, at tølini ikki eru samanbærilig. Ímeðan Heilsufrøðiliga Starvsstovan einans ger greiningar so eru uppgávurnar hjá Thetis meiri umfatandi og fjøltáttaðar. Thetis potar, greinar og er veitari av ymiskum vørum til Sjúkrahúsverkið innan koronutilbúgving. Heilsufrøðiliga Starvsstovan ger bara greiningar.  

Tá talan er um uppgerð fyri økið “greiningar” hava Thetis og Heilsufrøðiliga Starvsstova staðið fyri umleið helminginum hvør – har Heilsufrøðiliga Starvsstova tó hevur munin.  


Tá Thetis byrjaði at gera greiningar fyri Sjúkrahúsverkið á sumri 2020 var kostnaðurin hjá Thetis lægri enn kostnaðurin hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovu. Bæði Thetis og Heilsufrøðiliga Starvsstova hava síðani lækkað prísin á greiningum í 2021. Kostnaðurin fyri kanningar í Føroyum hevur verið munandi bíligari enn í okkara grannalondum.


Við landamarkið valdi Føroyar, at ferðafólk sjálvi rinda fyri kanningarnar – eins og í flest øðrum londum. Tó hevur prísurin fyri hesar kanningar verið munandi lægri í Føroyum enn í flest øðrum londum. 

  

Blíðar heilsanir 


THETIS P/F 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder