2022-06-08 20:00
Løgmaður og Tesfaye umrøddu millum annað ætlanirnr um at byggja nýtt fongsul í Føroyum. Løgmaður takkaði fyri, at danska stjórnin nú fer undir arbeiðið at byggja nýtt fongsul. Løgmaður vísti somuleiðis á, at tørvurin er stórur, og at eitt nýtt fongsul leingi hevði verið eitt breitt politiskt ynski úr Føroyum.
Somuleiðis takkaði løgmaður fyri góða samstarvið, ið er millum Løgmansskrivstovuna og Justitsministeriet um lógarmál.
Mattias Tesfaye og løgmaður hittast aftur í morgin til fundin í samstarvsráðnum, har eisini fleiri aðrir ráðharrar eru við.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald