Sørvágs kommuna er ein kommuna í menning og fevnir um 4 bygdir, Sørvág, Bø, Gásadal og Mykines við tilsamans 1.257 borgarum.
Sum tekniskur leiðari fært tú eitt spennandi starv, har tú sum leiðari fært týðandi leiklut í framhaldandi menningini av kommununi, har fleiri spennandi verkætlanir eru fyri framman.
Starvið
Sørvágs kommuna hevur sum endamál at menna kommununa og veita borgarum og vinnulívi eina góða og skynsama tænastu og bestu umstøður fyri menning og framburði.
Tekniski leiðarin hevur ábyrgdina av tekniska økinum og skal í einari politiskari skipan stuðla og ráðgeva bygdaráðnum. Saman við bygdaráðspolitikkarum, leiðarum og starvsfólkum verður viðkomandi við til at menna kommununa í tøttum samstarvi við borgarar og vinnulív, so endamálið kann røkkast.
Høvuðsuppgávur
Uppgávurnar hjá tekniska leiðaranum eru m.a. at:
- veita borgarum og vinnulívi eina dygdargóða tænastu
- veita politikkarum fakliga og professionella ráðgeving og dygdargóða tænastu
- myndugleikaviðgera, málsviðgera og fyrireika teknisk mál til politiska støðutakan
- tryggja at samtyktir verða framdar innan teir karmar, bygdaráðið ásetir
- skipa tekniska økið, gera viðlíkahaldsætlanir og raðfesta viðlíkahaldið fyri ymsu økini
- skipa fyri skrásetingararbeiði á tekniska økinum
- í samband við tann politiska viljan, at fyrireika og menna Sørvágs kommunu fakliga, soleiðis
at kommunan til eina og hvørja tíð er klár at taka ímótið framtíðar avbjóðingum.
Krøv til útbúgving, kunnleika og persónligar eginleikar
Tað er umráðandi, at tú:
- ert fakliga væl fyri, dugir væl at samstarva og at samskifta. Vera vælskipað/-ur og greið/ur og duga at leiða eitt toymi.
- hevur viðkomandi útbúgving frá hægri lærustovni ella annað viðkomandi útbúgvingarstøði saman við royndum
- hevur góðan kunnleika til og royndir innan leiðslu, fyrisiting og fíggjarstýring
- tað er ein fyrimunnur at hava góðan kunnleika til BK17 og ArcGIS
- hevur góð samstarvsevni
- dugir væl at samskifta bæði munnliga og skrivliga
- hevur evni at raðfesta og tolir at arbeiða undir trýsti
- ert fyrikomandi og hevur ein tænastusinnaðan hugburð
Setanar- og lønarviðurskifti
Starvið verður lønt sambært galdandi sáttmála við avvarðandi yrkisfelag.
Meiri fæst at vita um starvið við at venda sær til borgarstjóran Eyð Ellingsgaard á tlf. 233200 ella teldupost: [email protected]
Skrivlig umsókn, við avriti av prógvum og møguligum viðmælum, skal vera kommunuskrivstovuni í hendi í seinasta lagi mánadagin hin 16. august 2023 kl. 12:00.
Umsókn skal sendast til:
Merkið umsóknina “Tekniskur leiðari”
Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði
Sørvágs kommuna tilskilar sær rættin til ikki at seta nakran av umsøkjarunum, og um neyðugt at lýsa starvið leyst av nýggjum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald