Í hesum tíðindastubbanum eru tríggjar av grundsúlunum í einum vælferðarsamfelagi, sum eg seti stóran prís uppá.
Eg virðismeti, at vit hava sjófólk, sum balist úti á havinum í ódn og í logn og leitar eftir fongi og førir hann til lands. Uttan hesi høvdu vit ikki tað vælferðarsamfelag, sum vit hava í dag. Hesi skulu virðismetast og hava tryggar karmar úti á havinum.
Eg virðismeti, at vit hava eina góða tilbúgving, sum traðkar til, tá óhapp og vanlukka rakar. Sum í hesum førinum, har tyrla í vánaligum líkindum flýgur heilt út á sjómarkið og tekur ein skaddan mann upp av skipinum. Her er ikki pláss til nógvar feilir.
Somuleiðis virðismeti eg, at vit hava eitt gott heilsuverk, sum kann taka ímóti á landi.
Hetta eru tríggjar av grundsúlunum, sum fólkaflokkurin altíð hevur sett stóran prís uppá. Vit fara eisini frameftir at raðfesta hetta høgt. Vit vilja gera gerandisdagin tryggari hjá okkum øllum, bæði á landi og sjógvi.
X við fólkaflokkin
X við Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald