Ítróttur

Talv: Stórsigur á Mauritania

..

2026-09-21 21:20 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Suni Merkistein skrivar:


Stórsigur á Mauritania

Føroyar gjørdu bart í sætta umfari á talvolympiaduni í Usbekistan mánadagin.

Føroyar telvaðu móti Mauritania og vunnu 3½ - ½. Tað er besta úrslit higartil.

Føroyski sigurin var væntandi. Føroyar eru styrkismettar væl hægri, og okkara telvarar høvdu meiri rating á øllum borðum. 

Mauritania er land vestarlaga í Afrika, og hevur mark við eitt nú Senegal. Har búgva góðar fimm milliónir fólk.

Føroyar eru nú nummar 122 í røðini av teimum 206 londunum í kappingini. Føroyska liðið er styrkismett nummar 107.


PHOTO-2026-09-20-23-34-47.jpeg
Føroyska liðið í OL-dysti í Usbekistan. F.v.: Luitjen Akselsson Apol, Hjalti Petersen, liðleiðari, John Rødgaard, Jón í Horni Nielsen og Rókur Davidsen. Elias Petersen vantar á myndini.


OL, 6. umfar, 21. sept.
Føroyar - Mauritania 3½ - ½
Luitjen Akselsson Apol (2305) - Brahim Hemam (1926) 1 - 0
IM John Rødgaard (2250) - Ahmed Abdou (2006) 1 - 0
Jón í Horni Nielsen (2078) - Khaled Abdellahi (2010) ½ - ½
Elias Petersen (2075) - Sidaty Mohamed (2031) 1 - 0

John Rødgaard skrivar soleiðis úr Usbekistan í kvøld:


Vit vunnu ruddiliga í dag, men tað skinklaði eitt sindur á vegnum.

Luitjen hevði svarta fólkið. Hóast mótstøðumaðurin spældi eina Botvinnik-uppstilling, gav Luitjen okkum eitt skúladømi um, hvussu spælast skal móti tí afturlatna sisilianaranum. Tað snýr seg um at hertaka skáklinjuna a1-h8, fáa ræðið á miðpuntinum d4 og lata b-linjuna upp. Tað gekk upp á stás. Ein stuttliga regla er galdandi í hesum støðum. Ger hvítur finnuuppbýti á f5, skalt tú altíð taka aftur við øvugtari finnu - t.v.s. tú svarar exf5 við gxf5, og gxf5 við exf5. Eg veit ikki um onnur dømi av hesum slagi. Men Luitjen legði líka lag í, og svaraði exf5 við exf5.

Í einari talvbók, sum eg nýliga keypti, stendur um byrjanarstøðuna, sum eg fekk upp í dag, at spælast skal h4 í sjeynda leiki, og eg so gjørdi. Mótstøðumaðurin flutti 7.-, c5, sum hann er vanur, men nú fekk eg spælt 8. d5 og standi væl. Eg bygdi upp dygdargóða álopsstøðu, og hóast okkurt himpt var, so rullaði álopið sum tað skuldi.

Jón hevði eitt undarligt talv. Vit hildu báðir, at hann stóð væl, men teldan vil vera við, at mótstøðumaðurin hevði munin allan vegin. Jón helt, at hann kundi býta upp til endatalv við báðum rókum og fýra finnum hvør. Men nú vísti seg, at hin hevði vunna støðu! Tað var hann tóbetur óvitandi um, og kvikaði sær at býta upp til javna støðu og remis.

Elias tóktist eisini vera ávegis til remis. Hann hevði báðar rókarnar í opnu e-linjuni. Hví hann í staðin setti teir á hálvopnu f-linjuna, skilti eg ikki. Nú stóð mótstøðumaðurin væl, men heldur ikki hann tóktist fullgreiður um, hvussu vorðið var. Brádliga offraði hann býtismunin. Tað var betur ógjørt, tí nú var tap í hendi. Eftir tað var Elias eirindarleysur.


Uruguay er næst

Í morgin týsdagin er frídagur á olympiaduni. Sætta umfar er mikudagin.

Tá telva Føroyar móti Uruguay.  Teir eru betur mannaðir enn vit, og styrkismettir nummar 85. Teir hava ein stórmeistara og tríggjar altjóða meistarar. Stórmeistarin er Georg Meier, sum er týskari og fyrr hevur umboðað Týskland á OL. Eitt beiskt trætumál við týska talvsambandið, ið snúði seg um happing, ið hann var lagdur undir at hava framt móti einum telvara á týska kvinnulandsliðnum, fekk hann at flagga út og skifta tjóðskap.

Føroyar hava annars góð úrslit í trimum dystum móti Uruguay á talv-OL. Vit høvdu tveir javnleikir móti suðuramerikanska liðnum í 70-unum, fyrst 2 - 2 í Nice í 1974 og aftur 2 - 2 í Buenos Aires í 1978. Triðja dystin vunnu vit 2½ - 1½ í Torino í 2006 í seinasta umfari. Remis á trimum borðum - John Arni Nilssen, John Rødgaard og Helgi Dam Ziska - og so gjørdist Hans Kristian Simonsen føroyskur sigursharri á 4. borði.


Usbekistan á odda

Heimaliðið Usbekistan er á odda, og hevur sum einasta lið fult stigatal eftir sætta umfar. Í dag eydnaðist Usbekistan at vinna toppdystin móti India, sum er olympiskur meistari.

Kina er nummar tvey. Kina vann í dag á Týsklandi, sum fyrradagin koppaði amerikansku favorittunum. 

Usbekistan hevur 12 dystarstig (tvey stig fyri vunnan dyst, og eitt fyri javnan). Kina og Armenia hava 11 stig. Síðani hava ellivu lond 10 stig.

USA vann í 2½ - 1½ á Norra. Magnus Carlsen er ikki á norska liðnum hesaferð. Tað var fíggindi hansara, Hans Niemann - sum Magnus Carlsen hevur lagt undir at svika - sum gav Noregi mønustingin í dag. 

Usbekistan hevur einaferð vunnið olympisku kappingina í talvi. Tað var í Kina í 2022. Venjari hjá Usbekistan ta ferðina var Ivan Sokolov, sum í 90-unum javnan vitjaði í Føroyum. Hesaferð stjórnar hann rumenska landsliðnum.

Ellivu umfør eru í kappingini, sum endar sunnudagin.
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder