Vinna

Talv: Føroyar nummar 74 av 203 londum

.

Telvararnir á OL-landsliðnum eru rímiligt væl umboðaðir á føroyska topp 5 styrkilistanum í desember-yvirlitinum hjá altjóða talvsamgonguni FIDE. F.v.: Luitjen Akselsson Apol, Høgni Egilstoft Nielsen, John Rødgaard, Helgi Dam Ziska og Rógvi Egilstoft.

Telvararnir á OL-landsliðnum eru rímiligt væl umboðaðir á føroyska topp 5 styrkilistanum í desember-yvirlitinum hjá altjóða talvsamgonguni FIDE. F.v.: Luitjen Akselsson Apol, Høgni Egilstoft Nielsen, John Rødgaard, Helgi Dam Ziska og Rógvi Egilstoft.

2024-12-08 21:40 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Suni Merkistein skrivar:

Bara smærri broytingar eru at síggja á nýggjasta føroyska styrkilistanum í talvi, sum altjóða talvsambandið FIDE hevur kunngjørt.

Tveir kenningar eru komnir afturíaftur. Á desember-listanum eru John Arni Nilssen og Olaf Berg aftur at síggja. Tað merkir, at teir hava aftur sett seg við talvborðið eftir steðg í meira enn eitt ár. John Arni telvar í donsku landskappingini, og Olaf Berg var herfyri aftur á 1 liði hjá Havnar Telvingarfelag í útidysti móti Klaksvík.

Føroyar standa nummar 74 í røðini av teimum 203 londunum, sum eru limir í altjóða talvsambandinum. Grundarlagið undir hesum yvirliti er miðalstyrkitalið hjá fremstu tíggju telvarunum hjá øllum limalondunum. Á talvolympiaduni í Budapest í september endaðu Føroyar nummar 52 av 188 liðum. Tað er besta føroyska úrslit í talv-OL.

Tey ellivu feløgini, sum í vetur kappast í landskappingini, hava skrásett í alt 424 virknar telvarar í Føroyum. 

Í topp 15 yvirlitinum niðanfyri eru fýra, sum dagliga telva í donskum feløgum. Teir eru John Arni Nielsen, John Rødgaard, Flóvin Tór Næs og Jóan Hendrik Andreasen. Á okkara yvirliti eru teir kortini skrásettir í sínum føroysku feløgum. 



15 teir bestu (desember 2024)

1. GM Helgi Dam Ziska, HT 2545
2. IM Høgni Egilstoft Nielsen, ST 2390
3. IM John Arni Nilssen, ST 2330
4. Luitjen Akselsson Apol, HT 2305
5. Rógvi Egilstoft, ST 2287
6. Martin Poulsen, HT 2262
7. IM John Rødgaard, 2255
8. Ólavur Simonsen, KTF 2193
9. Carl Eli Samuelsen, HT 2190
10. Flóvin Tór Næs, HT 2187
11. Jóan Hendrik Andreasen, HT 2182
12. Bogi Ziska, TT 2178
13. Olaf Berg, HT 2172
14. Eyðun Nolsøe, KTF 2159
15. Sjúrður Thorsteinsson, HT 2155



Nummar tólv í norðurlondum

Á føroyska listanum skarar stórmeistarum Helgi Dam Ziska framúr. Kaga vit at desember-listunum í norðurlendsku grannalondunum, sæst, at Helgi stendur sum nummar tólv í øllum norðurlondum.

Norra við heimsins besta telvara á odda er rímiligt fremsta norðurland í talvi. Norra er nummar 17 í heiminum. Fimm norskir telvarar hava hægri styrkital enn føroyski stórmeistarin.

Í Danmark eru tríggir, sum hava meira enn 2550 í rating, í Svøríki tveir og í Finnlandi ein. Og hóast Ísland eigur trettan stórmeistarar, sum telva regluliga, er Helgi Dam Ziska fremri enn teir allir. Vignir Vatnar Stefansson er í løtuni sterkasti telvari í Íslandi. Styrkitalið er 2537.

Norra (17)
1. GM Magnus Carlsen 2831
2. GM Johan-Sebastian Christiansen 2661
3. GM Aryan Tari 2629
4. GM Jon Ludvig Hammer 2603
5. GM Simen Agdestein 2564

Danmark (33)
1. GM Jonas Buhl Bjerre  2642
2. GM Mads Andersen 2592
3. GM Jesper Søndergaard Thybo 2553

Svøríki (35)
1. GM Nils Grandelius 2641
2. GM Ferdinand Hellers 2585

Finnland (54)
1. GM Tomi Nyback (2587)



Og soleiðis sær topp 10 listin í øllum heiminum út í løtuni:

Topp 10 (desember 2024)
1. Carlsen (Norra) 2831
2. Caruana (USA) 2805
3. Nakamura (USA) 2802
4. Erigaisi (India) 2801
5. Gukesh (India) 2783
6. Abdusattorov (Usbekistan) 2777
7. Firouzja (Frakland) 2763
8. Nepomniachtchi (Russland) 2755
9. Wei (Kina) 2753
10. Anand (India) 2750



Á hægsta tindi

Áhugavert er at kanna, hvussu høg ratingtølini hava verið hjá okkara bestu telvarum. Nær toppaðu teir? 

Vit hava funnið tólv, sum hava otað seg upp um 2300 í altjóða rating. Í løtuni eru fýra føroyskir telvarar, sum hava eitt styrkital omanfyri 2300.

Eitt lítið fyrivarni skal takast fyri, at tølini fyri aldamótið eru ikki almenn á heimasíðuni hjá altjóða talvsambandinum. Men okkum vitandi vóru styrkitølini ikki so høg tá sum nú. Tá var ofta heldur víst á føroysk tøl, í summum førum donsk tøl. Nú er alt altjóða ELO-tøl.

1. Helgi Dam Ziska 2555 (des. 2016)
2. John Arni Nilssen 2426 (okt. 2003 - apríl 2004)
3. Høgni Egilstoft Nielsen 2416 (des. 2019)
4. Rógvi Egilstoft 2387 (des. 2019)
5. John Rødgaard 2383 (juli-okt. 2008)  
6. Heini Olsen 2382 (jan-apríl 2009)
7. Flóvin Tór Næs 2337 (okt. 2003)
8. Luitjen Akselsson Apol 2330 (okt. 2024)
9. Hans Kristian Simonsen 2330 (okt. 2005)
10. Martin Poulsen 2328 (juli 2007-apríl 2008)
11. Olaf Berg 2323 (nov. 2016)
12. Carl Eli Samuelsen 2311 (2008-2009)

Á hesum yvirliti er danin Leif Kristensen ikki íroknaður. Hann var virkin í føroyskari telving miðskeiðis í 80-unum, og telvaði á føroyska landsliðnum bæði í OL 1988 og í 8-landakappingini 1989. Ta ferðina hann vann á íslendinginum Jóhann Hjartarssyni, sum um somu tíð spældi seg í HM-fjórðingsfinaluna móti Anatolij Karpov. Leif Kristensen, sum er altjóða meistari, og eisini hevur telvað á danska landsliðnum, hevði 2385 í altjóða rating, tá hann hevði mest, og 2398 í danskari rating. John Rødgaard hevði í 1992 2410 í danskari rating.


...

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder