2025-12-19 21:15
Vegna okkara borgarar í Vága kommunu vil kommunan bera Vesturvarða og Snarfrost eina hjartans tøkk fyri hesa virðismiklu jólagávu.
At Vesturvarði velur at lata lokalsamfelagnum hesa gávu, kemur sera væl við hjá nógvum borgarum og sum merkist í gerandisdegnum – serliga nú um jóltíðir.
Somuleiðis verður ein hjartans tøkk send til øll feløg og fyritøkur í kommununi, sum gjøgnum árið stuðla borgarum og felagsskapum á ymiskan hátt, tykkum øllum verður ynskt eini gleðilig jól og eitt eydnuberandi nýggjár.
Vága kommuna
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald