Vit høvdu fyrireika okkum væl, og vildu bjóða tað besta vit kundu. Tað sá eisini út til at eydnast.
Sera nógv fólk komu til stevnuna, og vit fingu nógv rós fyri fyrimyndarliga fyriskipan, og sera góða móttøku.
Vit mugu minnast til, at alt arbeiði, sum verður gjørt, er ólønt. Fyri at alt skuldi lata seg gera, vóru nógv fólk virkin. Og tað hevur á ongan hátt staðið á at fingið fólk at hjálpa til nú stevna var í bygdini.
Takk til tykkum, sum tóku tykkum so fyrimyndarliga av kappróðrinum, bæði á sjógvið og á landið.
Takk til øll tykkum mongu, sum hjálptu til í sølubúðunum, billetsølum, ferðsluni, og sum stílaðu fyri tiltøkum, gjørdu klárt og riggaðu av aftur.
Ein serlig tøkk til Vága kommunu og arbeiðsfólk, fyri góðan stuðul, og gott samstarv. Eisini ein tøkk til vinnuna, fyri sera góðan stuðul.
Ein serlig tøkk til Vestanstevnunevndina, Guðrun, Ketty, Joan og Christel, fyri tykkara stóra og ótroyttiliga arbeiði.
Alt megnaðu vit í felag, har hvør einstakur hevur gjørt sítt ítasta, og tí eydnaðist Vestanstevnan til fullnar.
Hjartans tøkk!
Vegna Sandavágs ítróttarfelag
Heðin Samuelsen, formaður
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald