Heilt víst eitt økið sum skal uppraðfestast, og her má gerðast ein langtíðarloysn. Trupulleikin minkar ikki, og um onki verður gjørt beinavegin, so endar galið.
Eg taki alt til mín sum kom framm í kvøld, og fari at seta meg enn meira inn í hettar økið, tí her skulu loysnir á borðið.
Føroyar er eitt land fyri okkum øll, og sjálvandi hava allir føroyingar rætt til hjálp.
Eg og fólkaflokkurin fer at virka fyri at sálarheilsa verður raðfest nógv meira, og tað fyrsta sum skal gerðast er at fáa eina bráðfeingis móttøku setta á stovn, til fólk við sálartrupulleikum og pskiatriskum trupulleikum. Hettar er neyðugt, tí í løtuni er tað alt ov nógv, sum ikki fáa neyðuga hjálp.
Eisini skulu vit stytta bíðilistar, tað er ikki rætt at bíða meir enn eitt ár, fyri at fáa hjálp.
Vit skulu gera eina langtíðar loysn á økinum, sum skal verða yvir fleiri ár, har ein breið politiska semja er hornasteinurin.
Hettar økið má raðfestast, hettar er ein íløga í menniskjur, sum hava somu rættindir sum onnur
Hettar fari eg at stríðast fyri
X við Dánial Hansen
Valevni fyri Fólkaflokkin
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald