Tað var í 2019, at Hiddenfjord fór í gongd við slóðbrótandi verkætlanuni í Vestmannasundi.
Verkætlanin er fyrsta av sínum slag tá ið tað kemur til at ala í serligum hørðum ráki, verður sagt frá Hiddenfjord.
Í 2022 legði Hiddenfjord fimm aliringar í Vestmannasund, og bæði norðanfyri og sunnanfyri ringarnar blivu lagdir streymbrótarar. Sí grein her.
Í 2023 blivu fyrstu smoltini sett út. Tá bleiv verkætlanin royndarkoyrd við 70.000 smoltum. Sí grein her
Í 2024 blivu 350.000 smolt sett út í ringarnar í Vestmannasundi.
Í juni í fjør blivu 650.000 smolt sett út, og er tað tann fiskurin, sum nú verður tikin. Tað serliga hesuferð við tøkuni er, at laksurin verður tikin á Oyragjógv, og tað hevur Hiddenfjord ikki roynt áður.
4. juni í 2025 vórðu 650.000 smolt sett úr, meðalvektin var 883 g.
Tøkan er byrjað, fiskurin vigar nú í meðal 5,5 kg í kruvdari vekt, liðugt verður at taka hálvan mai.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald