Uppgáva okkara er at gera lívið hjá okkum øllum frá vøggu til grøv so lívsjáttandi, trygt, lætt og gott sum møguligt í allar mátar. At gera dagligdagin hjá børnum okkara, teim ungu, vaksnu og gomlu lættari. Eisini táið arbeiðsloysi , veikleikar av ymsum slagi, sjúka og deyði rakar, og tað ger tað tíverri ofta. Lívið hevur eisini skuggasíður, sum vit ikki hoyra so nógv um. Tá er gott at hava góðar og væl skikkaðar vælferðartænastur, sum kunnu veita neyðugu hjálpina, og skjót hjálp er dupult hjálp.
Sum fólk flest, so havi eg eisini meiningar um ymiskt, men tað sum er mest umráðandi er at vera millum fólkið og lurta eftir, hvat fólkið ynskir og vera opin fyri tí. Trúgvi ikki nakar altíð hevur eina patent loysn uppá allar trupulleikar, men saman finna vit loysnir.
Methøgar íløgur á heilsu- og almannaøkinum.
Tað er ongantíð áður avsettur so nógvur peningur á heilsu- og almannaøkinum sum síðstu 3 árini undir hesi samgonguni. Hetta er besta prógvið uppá, at vit veruliga meina tað, tá sagt verður, at vit raðfesta hetta økið høgt. Tað hava vit prógvað í verki. Treyðugt so, so eru framvegis manglar og vit royna allatíðina at finna loysnir.
Føroyar framum landskassan
Samstundis sum vit hava gjørt methøgar avsetingar á heilsu- og almannaøkinum, so hava vit eisini brúkt fleiri 100-tals milliónir uppá samferðsluna. Vit hava knýtt føroyingar tættari saman, og tað ynskja vit framvegis at gera. Vit hava av sonnum roynst sum veruligir tænarar fólksins.
Um vit høvdu latið vera við at gjørt onkrar av hesum íløgum, so hevði landskassin havt 100-tals milliónir í yvirskoti. Vit valdu tó at raðfesta Føroyar framum landskassan. Skattaborgarans peningur skal útaftur til borgaran.
Fólkaflokkurin syrgdi fyri kørmunum
Fólkaflokkurin syrgdi fyri tryggu kørmunum til okkara høvuðsvinnur. Vit kunnu takka vinnuni fyri, at tað var møguligt at gera hesar fleiri 100-tals millióna íløgurnar í heilsu- og almannaverk og samferðslu.
Eitt sterkt og trygt vinnulív er besta trygdin fyri einum framkomnum og burðardyggum heilsu- og almannaverki og øðrum vælferðartænastum, lærustovnum og framhaldandi útbygging av okkara samferðslu. Eitt sterkt vinnulív er eisini besta trygdin fyri einum lættari gerandisdegi.
Tann 8. dec. skulu vit løgtingsfólk upp til próvtøku, og fáa veljarans dóm. Sjálv meti eg, at vit hava gjørt eitt gott arbeiði síðstu 3 árini, sum vit kunnu vera glað fyri. Hetta hóast tað mangan hevur brotið í bæði borð, og hóast vit stóran part av tíðini ikki fingu arbeiðsfrið.
Lønið okkum fyri avrikini. Vit hava besta politikkin og bestu úrslitini.
X við einar tryggar Føroyar framá.
X Fólkaflokkin
X við Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald