Ein hátrýstsryggur úr einum hátrýsti vestanfyri Bretlandi er yvir Føroyum. Hátrýstið ferðast fyrst eitt sindur eystureftir, síðan norðureftir, og væntast at fara framvið Føroyum í vikuskiftinum. Hetta hevur við sær eitt róligt rák yvir Føroyum og onkrar løtur við sól ella sólglottum.
Forsøgn galdandi til hósmorgun
Lítið lot av ymsum ættum, minni enn 5 m/s, turt við sól ella sólglottum. Hitin um dagin 9 til 13 stig, um náttina 7 til 10 stig.
Hósdagur
Frískt lot til frískan vind um vestan og útsynning, 5 til 10 m/s. Skiftandi skýloft og yvirhøvur turt, seinni út á kvøldið og um náttina meira skýggjað. Hitin 9 til 14 stig.
Fríggjadagur
Lítið lot til frískt lot um vestan, minni enn 8 m/s, skiftandi skýloft og yvirhøvur turt. Hitin 9 til 14 stig.
Leygardagur
Lítið lot av ymsum ættum, minni enn 5 m/s, skýggjað og yvirhøvur turt. Hitin 9 til 14 stig.
Sunnudagur
Lot til frískt lot um norðan, 3 til 8 m/s, skýggjað og yvirhøvur turt. Hitin 8 til 13 stig.
Mánadagur
Lítið lot til frískt lot um norðan, minni enn 8 m/s, skýggjað ella skiftandi skýloft og yvirhøvur turt. Hitin 9 til 14 stig.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald