Alt gott um tað, at vit taka okkum væl av teimum, sum av eini ella aðrari orsøk ikki fáa arbeitt, men tað má ongantíð blíva soleiðis, at tað ikki loysir seg at arbeiða.
Landsskatturin er sum ein trappa við fimm trinum. So hvørt sum lønin fer uppum eina ávísa upphædd, hækkar skatturin við fimm prosentum. Samtíðis kunnu lægstu inntøkurnar fáa til dømis familjuískoyti, um lønin er minni enn eina ávísa upphædd, og rætt til frípláss á dagstovnum ella í dagrøkt, um lønin ikki fer uppum nakrar aðrar upphæddir.
Alt hetta ger, at fólk í ávísum førum kunnu fáa lítið burturúr at arbeiða meira, tí skatturin hækkar og veitingar og frádráttir lækka.
Lønirnar fara altíð spakuliga uppeftir, soleiðis at hóast tú arbeiðir líka nógv, so fært tú meira í løn. Men um henda lønarhækkanin ger, at tú fert eitt stig upp eftir skattastiganum, so skalt tú rinda meira av tí, sum kemur afturat. Og missir tú samtíðis rættin til onkran frádrátt, so fært tú lítið burturúr lønarhækkanini.
Onkuntíð hevur verið neyðugt at tillaga skattastigan, tí fólk fingu ov lítið burturúr, at lønin hækkaði, og dømi eru eisini um, at fólk høvdu minni eftir, tá tey fóru upp í løn. Men tá hesar rættingar hava verið gjørdar, hevur atfinningin verið, at hetta er “skattalætti til tey ríku”. Og rætt er tað, at tað eru tey sum rinda mest í skatti, sum fáa mest burturúr einum skattalætta. Tann sum einki rindar, kann av góðum grundum ikki fáa skattalætta.
So kunnu vit spyrja: Hvat er at loysa seg? Tann sum arbeiðir meira, hevur minni tíð saman við familjuni, og tað er ein prísur, sum eisini má takast við í roknistykkið. Tað er ikki so, at bara tú hevur fleiri pengar eftir, so loysir tað seg. Tað veldst um, hvussu nógv meira tú arbeiðir og hvussu nóg meira tú hevur eftir.
Føroyar eru eitt vælferðarsamfelag, og vit skulu taka okkum væl av øllum – eisini teimum, sum ikki kunnu vera á arbeiðsmarknaðinum. Men tað má samtíðis altíð vera so, at tað loysir seg at arbeiða.
Helgi Abrahamsen
løgtingsmaður
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald