Vága kommuna: Á umhvørvisplássinum eru bingjur til tað sum skal brennast, til papp, og til jarn og metal. Tað, ið ikki kemur undir hesar bólkar, ráðgevur Tina Kajsdóttir um á staðnum, hvussu tað kann verða burturbeint á best hátt. Við tað at burturkastið verður væl skilt, so sum jarn, plast o.a. ger, at nógv kann fara víðari til endurvinning.
Eitt sum hevur vundið uppá seg er, at borgarar hava fingið møguleikan fyri at lata inn glaskrukkur og annað úr glasi, tó ikki postalín, sum verður sent víðari til endurvinning. Hetta minkar um nøgdirnar sum fara í húsarhaldsskrelliposan, og er við til at minka um útreiðslurnar á brennistøðini sum í síðsta enda er við til at spara kommununi pengar.
Sum nakað nýtt, er Tina farin at taka ímóti plantum, greinum og øðrum havaburturkasti. Tað sum kann endurnýtast, verður planta í kassar, sum so aftur verður brúkt til at fríðka um við, runt um í kommununi. Málið hjá Tinu er, at vit sum kommuna gerast sjálvbjargin við plantum og bert nýta okkara egnu framleiðslu.
Gamla kvørnin á umhvørvisplássinum er í so ringum standi at hon kann ikki brúkast longur. Í longri tíð, hevur verið arbeitt við at keypa eina nýggja og størri kvørn, og í gjárkvøldið samtykti fíggjarnevndin at taka undir við tilmæli frá tekniskudeild at taka av tilboði frá MBM um keyp av eini TP 165 Mobile kvørn. Hetta fer at geva heilt nýggjar møguleikar á umhvørvisplássinum.
Tað koma nógv trø og greinar á umhvørvisplássið. Greinar og viðarbular verða koyrdir í kvørnina og malið til spónur, sum kunnu leggja á blómubeði í havum. Somuleiðis verða størri viðarbular kappaðir til brenni. Møguligt verður hjá borgarum, fyri ein bíligan penga, at keypa sekkir við spónum til havan ella brenni til brenniovnin.
Á heimasíðuni hjá IRF eru góðar frágreiðingar um, hvussu burturkast verður skilt skynsamt, áðrenn farið verður á umhvørvisplássið við tí. Soleiðis kunnu vit gera okkara til, at umhvørvisplássið er so ruddiligt og reint sum gjørligt, og at mest møguligt burturkast kann fara víðari til endurvinningar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald