Politikkur

Tá vinnan vinnur, vinna vit øll

Føroyski búskapurin hevur fleiri bein at standa á, eitt teirra er alivinnan.

2022-11-27 16:10 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Gongin í alivinnuni hevur verið góð seinastu árini og hava avlopini verið støðugt vaksandi og verður yvirskotið í 2022 væntandi uml. 2 mia. kr. Nú valstríðið er byrja, hava flestu politisku flokkarnir longu lagt hald á hetta avlopið, sum ein blankur sjekkur til at fíggja vallyftir fyri.

Tíbetur vita flestu fólk, at hetta avlopið er millum annað grundarlagið undir nýggjum íløgum, størri útbygging, fleiri arbeiðsplássum, størri framleiðslu, størri útflutningsvirði, meira avleiddum virksemi ið aftur føra til meira landsskatt og kommunuskatt til at gjalda fyri størri vælferð.

Sum dømi kann nevnast Bakkafrost, sum sambært roknskapinum 2021, keypti nærum 60% av sínum vørum og tænastum frá føroykum veitarum. Afturat hesum fóru m.a. 487 mió kr. til at rinda m.a. lønir og eftirlønir til føroysk starvsfólk og hevur felagið bara í 2021 gjørt íløgur fyri yvir 1 mia. kr., eins og ætlanin er at gera íløgur fyri slakar 6,2 mia. komandi 4 árini.

[object Object]

Hesar íløgur høvdu aldri borið til uttan stór rakstraravlop og útlendskan kapital, ið kosta nøkur procent í vinningsbýti, eisini til útlendsku íleggjararnar.

Eitt er vist, at føroyski búskapurin hevði verið munandi minni, veikari og fátækari uttan alivinnuna.

Tølini hava talað, tá vinnan vinnur, vinna vit øll!


X við Fólkaflokkin tann 8. desember

Grímur Sundstein, Fólkaflokkurin

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder