Vinna

Tá nýggjar lógir ikki røkka sínum endamáli – og kommunurnar tapa

.

2025-02-03 10:11 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 

Tá nýggjar lógir ikki røkka sínum endamáli – og kommunurnar tapa

Vilja vit, at okkara skattur skapar effektiv úrslit og fyri minst møguligan kostnað, ella vilja vit hava symbolpolitikk og pseudoarbeiði?

Sí video á facebook / Youtube

Tóm hús geva einki í kommunukassan, tey eru hinvegin ein útreiðsla fyri borgararnar í kommununi, sum gjalda fyri vatn, kloakk, veg og kavarudding til tóm hús. Tóm hús køva trivnaðin í bygdini. 

70 av 270 húsum standa tóm í Sands bygd (uppgerð 2017) og 100 hús standa tóm í Vága kommunu.

Tá kommunur útstykkja á Sandi ella við Gjógv, er stórur vandi fyri, at nýggj hús gerast til frítíðarhús. Tí hvussu skal tú forða tí?

Hetta hevur verandi samgonga, sum tann fyrsta nakrantíð, gjørt av at bøta um. Tað er bæði gott og djarvt, tí tað er so nógv lættari einki at gera við hendan kommunala trupulleikan. Men hvussu tryggja vit, at hesar lógir røkkur sínum endamáli?


Bústaðarskylda 

Henda komandi lógin heimilar, at  bústaðarskylda kann leggjast á nýggjar útstykkingar. Í viðmerkingum til lógina hevur landsstýrið sjálvt skrivað, at tey vænta ikki, at smærri kommunur fara at brúka hesa lóg, tí tað hevur við sær, at færri fara at byggja. Tað er ein binding og váði fyri borgaran, og bankar fara at aftra seg við at geva lán.

Tórshavnar kommuna kann brúka hesa lóggávu, um henni lystir. Nýggjar útstykkingar á Sandi ella við Gjógv eru framvegis í vanda fyri at gerast frítíðarbýli.


Tóm hús

Komandi lóg um tóm hús kann geva smávegis í kommunukassan. Men fáar ella nærum eingin kommuna, uttan Tórshavnar kommuna, hevur so mikið sterka umsiting, at útreiðslurnar til at umsita innkrevjing verða minni enn inntøkurnar. 


Hví gera lógir, sum ikki kunnu røkka endamálinum ?

Tað hevur verið serstakliga týdningarmikið, at hesi gjøld fyri tóm hús ella bústaðarskyldu ikki eru skattur. Tískil gerst innkrevjingin ein marra fyri kommunurnar. Hóast kommunurnar fáa heimildina, so fáa tær ikki amboðini. 

Vit góðtaka, at kringvarpsgjaldið fer av okkara inntøku, og tá er tað ein skattur. Hetta tryggjar, at kringvarpsgjaldið verður goldið, so at tilhoyrandi lóggáva røkkur sínum máli, og vit hava eina public service. 

Landið situr við øllum amboðum til at umsita hesar báðar lógir, um tóm hús og bústaðarskyldu, effektivt og við lítlari umsiting. Hesi amboð eru: tinglýsingarskipan, bygningsskrá, fólkayvirlit og skattainnkrevjing. Við hesum veit landið, hvør eigur eini hús, um onkur býr í teimum, og um ikki, so krevja tilsvarandi gjald inn.

Fyri at hesar lógir kunnu virka effektivt, tørvar okkum eina ognarskrá.

Í eini ognarskrá høvdu øll býli og teirra eigarar verið skrásett við p-tali, adressu og L-tal (unikt tal fyri hvørt býli). Hóast vit hava eitt tinglýsingaryvirlit, so er tað ikki knýtt saman við bygningsskránni ella fólkayvirlitinum. Tí er eyðsæð, at tað gerst ómetaliga tíðarkrevjandi og ilt at fáa greiðu á, hvør ella hvørji eiga ognina. Og í øðrum lagi at fáa til vega teirra sambandsupplýsingar fyri at kunna senda regluligar rokningar

Landið metir, at tørvur er at seta eitt ¼-½ ársverk til at umsita bústaðarskyldu. Hvussu nógv ársverk skulu kommunurnar seta?


Hví er tað so trupult at krevja inn gjald?

Tá kommunan skal senda rokning fyri tómt býli, skal hon

  1. fyri allar búeindir í kommununi kanna, um tær eru tómar. Hetta má í løtuni gerast manuelt, tí vit hava onga ognarskrá, sum er knýtt at fólkayvirlitinum. Úrslitið hevði verið t.d. 70 hús á Sandi og 100 í Vága kommunu.
  2. sláa upp í tinglýsing, hvør eigur húsið (her fæst ikki p-tal, men føðidato).
  3. finna viðkomandi í fólkayvirlitunum út frá føðidato.
  4. senda rokning til hvønn einstakan eigara. Er húsið er arvað, kunnu hetta gerast nógvir.
  5. tá innkrevjing ikki verður goldin, senda rykkjara og til endans senda pantfútan.


Hava eini hús fýra arvingar, og ein av hesum doyr, og hesin hevur fýra børn, so skulu sjey rokningar sendast. Er ein, sum ikki rindar, skal krevjast pant í 1/8 av ognini. Er gjaldið fyri tóm hús sett til 8.000 kr/ár, fer eingin kommuna at senda pantfútan eftir hesum 500 kr. Tey samvitskufullu gjalda fyri sítt tóma hús, og hini lata vera. 

Meðan punkt 1-4 kunnu gerast sjálvvirkandi, um vit fáa eina ognarskrá, so verður punkt 5 tað, sum áhaldandi fer at vera eitt arbeiðsskapandi tiltak.

Umsiting av bústaðarskyldu er uppaftur meira roksut, m.a. tí tá skal eigarin prógva, at hann ongan leigara finnur, og kommunan skal tjekka, um tað er so.

Hesar lógir kunnu skapa inntøkur til landsins størstu og ríkastu kommunu, tí hon er einasta kommuna, sum megnar at umsita tær, og tí at landið ger ein eitt skrivstovupláss í høvuðsstaðnum. Til eitt starvsfólk, sum skal gera eitt pseudo-arbeiði at umsita eina lóg, sum ikki skal røkka sínum máli. Húsini standa framvegis tóm á bygd, nýggjar útstykkingar kunnu framvegis gerast til frítíðarbýli, og hesar kommunur gerast áhaldandi fátækari.


Lat okkum gera eitt effektivt samfelag

 Ein loysn fyri at hesar lóggávur, skulu røkka sínum endamálum, er, 

    • Landið ger eina ognarskrá, sum er knýtt saman við øðrum skráum, so sum  fólkayvirlitinum.

  • Vit brúka okkara serstakliga væl mentu innkrevjingarskipan (TAKS) til effektivt og fyri lítlan kostnað at krevja inn tey gjøld, sum Løgtingið longu hevur samtykt, at kommunur kunnu áleggja fyri tóm hús. 

Tá røkka vit endamálinum við lógini, sum í fyrra lagi er, at verður kravið um bústaðarskylda ikki hildið, fellur ein rokning til eigaran; og í øðrum lagi, at tóm hús ikki skulu vera útreiðsla fyri aðrar borgarar í kommununi. 

Tá vit gera eina nýggja lóg, brúka vit allar okkara hentleikar til at umsita hana smidliga og fyri so lítlan kostnað, sum til ber. Til frama fyri okkum øll, tí øll gjalda vit bæði kommunuskatt og landsskatt, og vit vilja, at hetta gagnar okkum øllum best møguligt.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder