Vónin: Tað eru eftirhondini nógv ár síðani, Vónin kom á marknaðin við svartkjaftatrolinum Gannet2300. Seinni kom Gannet2600, ein uppskalering av tí fyrra. Tølini siga, hvussu nógv trolið gapar – hvussu víða fremstu meskarnir røkka. Tað hevur týdning, tí uppsjóvarfiskur verður rikin aftur gjøgnum trolið og inn í bellin, áðrenn hann endar í posanum. Og tí ber til at brúka meskar, sum eru ávíkavist 64 metrar og 72 metrar stórir til at fiska svartkjaft, ið er umleið 30 sentimetrar til longdar.
Nú vildu vit gera eitt enn størri svartkjaftatrol, sigur Jógvan S. Jacobsen, søluleiðari á uppsjóvardeildini hjá Vónini, sum lýsir avbjóðingina soleiðis:
-Vit kundu ikki bara halda fram við at uppskalera verandi trol. Tað gevur stórar slakkar og buktir í leggirnar í fornetinum, serliga tá trolið verður koyrt út og tá tað verður hálað inn. Tá er lætt at fløkja kemur í.
Tí valdu tey at tekna fornetið av nýggjum. Í nýggja trolinum eru fremstu meskarnir 84 metrar og minka so líðandi aftureftir, og broytingar eru eisini gjørdar á høvuðlínuna og bróstlínurnar.
-Tú kann siga, at vit hava strammað rammuna á trolinum, so fornetið smalkar meira líðandi aftureftir enn í undanfarnum trolum, og hetta er óivað við til at gera trolið lættari togað, enn vit væntaðu, sigur Jógvan S. Jacobsen.
Av teldu á dekkið
Í summar vóru trolkønu fólkini á Vónini komin á mál við at tekna nýggja svartkjaftatrolið. Fremst í fornetinum eru 36 meskar á 84 metrar, harav navnið Gannet3000. Simuleringarnar í telduforritinum vístu, at tað kundi gapa umleið 325 metrar í breidd og út við 200 metrar í hædd. Tilfarið er neyvt tað sama sum í Gannet2600, og simuleringarnar vístu eisini, at trolið neyvan fór at verða so nógv tyngri, sum ein kundi óttast.
Skuldi nýggja trolið roynast í svartkjaftafiskiskapi í heyst, so vóru ikki stundir til at gera eitt veruligt modell til royndarbrunnin hjá Nordsøen Forskerpark í Hirtshals. Álitið mátti tí burturav setast á simuleringarnar í telduforritinum.
Vónin gjørdi avtalu við Christian í Grótinum um at royna nýggja trolið, sum skuldi vera liðugt 10. september.
-Vit hava fiskað við trolum, sum eru uppskalerað fleiri ferðir. Men nú var talan um eitt nýtt og enn størri trol, og tað var eg áhugaður í. Avtalan bleiv tí, at vit kundu royna trolið og keypa tað, um tað riggaði væl. Riggaði trolið ikki, so vildu teir taka tað innaftur og gera neyðugu broytingarnar, sigur Bogi Rasmussen, skipari á Christian í Grótinum.

Spildurnýggja Gannet3000 trolið kom umborð 22. september. Við á fyrsta túrinum var eisini Jógvan S. Jacobsen frá Vónini.
Christian í Grótinum er stórt og væl útgjørt skip, og eingin trupulleiki var at fáa nýggja trolið á trumluna, hóast tað er størri enn gomlu trolini. Maskinorkan er 10.000 hestar, ríkiligt til at toga øll trol.
Fyrsta royndin
Christian í Grótinum setir kós eystureftir at leita eftir svartkjafti á Kantinum, sum er økið ytst við føroyska fiskimarkið. Skiparin ger av at brúka segl á høvuðlínuni fyrsta kastið. Tá trolið hevur sett seg í sjónum, er gapið um 200 metrar hædd og 300 metrar breidd. Veðrið er sera gott, lítil vindur og slætt.
-Fyrsta túrin testaðu vit ymiskt í mun til simuleringarnar av trolinum, og vit broyttu okkurt smávegis. Streymasjógvur kann gera, at trolið ikki altíð stendur so beint í sjónum, og tað justeraðu vit eisini eftir. Tað er púra vanligt í fiskiskapi av hesum slag, greiðir Bogi Rasmussen frá.
Fleiri royndir verða gjørdar, skift verður millum nýggja Gannet3000 og eldra Gannet2600 trolið og roynt verður bæði við segli og uttan segl á høvuðlínuni. Eisini verður oljunýtslan neyvt skrásett fyri hvønn tíma, togað verður. Skiparin er nøgdur.
Samanumtikið riggaði nýggja trolið sera væl, heilt frá byrjan. Eg haldi, teir á Vónini raktu at kalla ‘plett’ fyrstuferð, sigur Bogi Rasmussen.
Eisini Jógvan S. Jacobsen er nøgdur við tað, hann sær umborð á Christiani í Grótinum fyrsta túrin við Gannet3000.
-Tað var eitt sindur við bivandi hjarta at vit gjørdu fyrsta trolið av hesum slag. Hvussu var tað at fáast við umborð, hvussu fór tað at roynast í sjónum, hvat við trollemmunum o.s.fr. Vit høvdu jú bara teldusimuleringarnar at halda okkum til. Men tað eydnaðist framúr væl, sigur Jógvan S. Jacobsen.
Fiskar framúr
Fyrstu fýra túrarnir við Gannet3000 hava sannført roynda skiparan á Christiani í Grótinum.
Støddin á trolinum ger, at vit dekka eitt størri øki fyri hvønn tovtíma. Oljunýtslan er góð 10 prosent størri, men vit fiska kanska eini 50 prosent meira fyri hvønn tíma, trolið er úti. So tað loysir seg avgjørt, sigur Bogi Rasmussen.
Í meðal brúkar Christian í Grótinum umleið 950 litrar av olju um tíman, tá togað verður við Gannet2600, meðan oljunýtslan er umleið 1060 litrar um tíman við Gannet3000.
Tað er tó altíð trupult at samanbera fiskiskap. Bæði í mun til veður og vind, umstøðurnar í sjónum og hvørji onnur skip eru á somu fiskileið. Skiparin vil tí ikki seta heilt neyv tøl á økta fiskiskapin ella gera endaligar niðurstøður. Men ábendingarnar eru greiðar eftir fýra túrar við Gannet3000.
Hetta verður trolið, vit koma at brúka til svartkjaftafiskiskap í føroyskum sjógvi. Tað er størri, fiskar betri og er eisini nógv lættari at arbeiða við enn Gannet2600, sigur Bogi Rasmussen.
Uppskaleraða Gannet2600 trolið, ið teir higartil hava brúkt, kann vera eitt sindur fløkjasligt at koyra út, og tað gevur eyka arbeiði til manningina. Nýggja trolið er greiðari, og tað stendur eisini betur í sjónum. Fyrstu túrarnar við Gannet3000 hava teir eisini brúkt segl á høvuðlínuni fyri lættari at fáa trolið upp í sjógvin, og tað hevur riggað væl.
Svartkjaftur stendur ofta spjaddur í føroyskum sjógvi, og við størri troli er lættari at fáa fatur á honum og reka hann aftur í trolið og posan. Tí er Gannet3000 eitt stórt frambrot. Hetta trolið verður tó neyvan brúkt í svartkjaftafiskiskapi vestan fyri Írland, har svartkjafturin stendur tættur í stórum stimum. Stórir stimar í vánaligum veðri frá januar til mars kunnu eisini fara illa við troli og posa, og heldur ikki tí er skilagott at royna við ov stórum troli.



Góðar vónir
Á Vónini hava fyrstu royndirnar við Gannet3000 givið orsøk til optimismu.
-Vit hava sera góðar vónir til hetta trolið, ið kann gera svartkjaftafiskiskapin við Føroyar munandi meira effektivan, sigur Jógvan S. Jacobsen.
Á stóru framleiðsluhøllini hjá Vónini í Litava, har øll uppsjóvartrol og -posar verða framleidd, gera tey seg til reiðar at taka ímóti fleiri bíleggingum. Virkið er somikið effektivt, at tá tilfarið er komið á goymslu og framleiðslan upp í ferð, ber til at gera eitt svartkjaftatrol uppá tvær vikur. Síðani verður trolið sent til Vónina í Fuglafirði, har tað verður gjøgnumgingið niður í smálutir, áðrenn tað verður latið skipinum.
Eg vænti at størstu uppsjóvarskipini fara at liggja framvið fyrst. Marknaðurin fyri Gannet3000 er í fyrstu atløgu føroysku og íslendsku uppsjóvarskipini, men trolið kann gerast áhugavert fyri norsk skip eisini, um tey fara at fiska størri part av kvotuni í føroyskum sjógvi, sigur Jógvan S. Jacobsen.
Herfyri samdust strandalondini um at fylgja ICES-tilmælinum fyri svartkjaft, og harvið minkar heildarkvotan 41 prosent næsta ár. Tá kann fiskiskapurin í føroyskum sjógvi gerast enn meira tíðandi partur av samlaða svartkjaftafiskiskapinum.
Skiparin á Christian í Grótinum hevur longu tikið avgerð.
-Vit hava keypt Gannet3000, og eg rokni við at hetta verður trolið, vit koma at brúka í føroyskum sjógvi næstu árini, sigur Bogi Rasmussen.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald