Mentan

Syngið við kvøld verður umborð á Westward Ho

Hugnaløta á Sørvágsfirði.

2024-07-04 08:55 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 

Fríggjakvøldið 5. juli kl. 20 bjóða vit  til eina serstaka løtu á Sørvágsfirði við Westward Ho.

Tónleikararnir Remi Hansen og Tummas Heri Thomassen á harmoniku og gittar fara at leiða kvøldið við livandi tónleiki og felagssangi. 

Sørvingarnir Pál Weihe og Jóan Pauli Joensen verða vertir og fara at siga spennandi søgur um Sørvág og umhvørvið.

Tað er eisini møguleiki at hava egna bát og leggja við síðuna av Westward Ho á Sørvágsfjørði.

Atgongumerki kosta 250 DKK og kunnu keypast á seatravel.fo. Kom og njót eina minnisríka løtu við tónleiki, søgum og felagsskapi umborð á Westward Ho!

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder