Annað

Syndarligar hendingar í Neskaupstaði í Íslandi

Tveir persónar eru funnir deyðir í einum húsum í Neskaupstaði í dag. Ein persónur er tikin í samband við syrgiligu hendingina, tað sigur løgreglan á Eysturlandinum.

2024-08-22 23:49 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder


Sagt verður, at talan er um eini eldri hjún.

Løgreglan sigur at teir hava ikki nakra ábending um, at fleiri persónar, enn tann sum er handtikin, eru uppi í hesum máli, fyribils sigur løgreglan ikki meira um syndarligu hendingina.

Fyrr í vikuni var eitt óhapp í Neskaupstaði, tá ið ein maður, sum var á veiðuferð í fjøllunum doyði av einum óhappi, tá ið byrsa hansara gekk av.




Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder