2025-08-25 18:33

Grønlendska skipið Svend C. er ávegis til Tvøroyrar, har teir skulu landa 150 tons av feskum makreli til Varðan Pelagic, teir verða á Tvøroyri seint í kvøld.
Í morgin skal Svend C. landa frystan makrel í Ánunum, teir hava umleið 950 tons av frystum makreli.
Teir hava roynt í altjóða sjógvi norðanfyri føroyska markið, mest hava teir roynt á umleið 65 N
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald