Verandi undirsjóartunlar eru so týdningarmiklir fyri okkara land, at trupult er at ímynda sær hvussu lívið hevði verið uttan hesar tunlar.
Tí skulu vit ikki himprast við at fara undir tunnilin til Suðuroyar. Vit hava tunnilsserfrøðingar, ið kunnu standa fyri mestsum øllum arbeiðinum sjálvir.
Fígging skal til verkætlanina. Vit eru somikið ríkt land, at tað átti ikki at verið ómøguligt at funnið pengarnar í okkara egna búskapi.
Fleiri grunnar, lánsbrøv umframt ein rætteliga stóran pensións kapital, kundu verið ein leistur. Tann rentan, sum skal gjaldast, hevði so, um ikki annað, fallið í Føroyum og verið í okkara peningarensli. Skilabetur er um vit nýta okkara egnu pengar at byggja land, ístaðin fyri at senda teir uttanlands.
Hartil skapar ein tílík verkætlan stórt avleitt virksemi. Skattaintøkur og avgjøld viðm. gera væl, at samlaði nettokostnaðurin ikki gerst so ovurstórur, sum upprunaíløgan er.
Havast skal eisini í huga, at Suðuroyarleiðin kostar 100 mió kr. árliga. Um 30 ár er er hetta blivi til 3 mia. kr. Tá hava vit ikki tikið við, at Smyril skal endurnýggjast innan alt ov langa tíð fyri áleið 1 mia. kr.
Undirsjóvartunlarnir, sum higartil eru gjørdir, hava prógva at tað er tað einasta rætta at gera.
Nei, einki er at bíða við. Lat okkum smoyggja upp um ermar og fara ígongd.
X við lista A
Frits Strøm
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald