Vinna

Stundandi heim

"Vit hava her ikki verðandi stað, men vit søkja tann komandi." Hebr 13,14.

2023-07-06 15:06 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder


Meðan tey kristnu virka her á jørðini, eiga tey at kenna longsul eftir tí æviga heimlandinum, har teirra vinir og kæru búgva.

Ein mynd er av báti við pílagrímum, ið júst hava siglt yvir deyðans hav og nú er komin at strondini hinumegin. Ein eingil stendur í bakskutinum og stýrir. Fjøld av teimum, ið farin eru undan, standa í fjøruni og bjóða teimum vælkomnum. Ein ungur drongur er fyrstur at leypa á land og liggur nú í føvninginum á móðir síni. Ein kona veitrar við pálmagrein til mann sín. Ein fimur maður hevur ikki havt stundir at bíða til tey hava lagt at landið. Hann er lopin fyri borð og vaðar skundisliga inn móti einari kvinnu, sum stendur spent og bíðar honum; tað er helst hon, ið hann so brádliga misti her á fold. Allastaðni eru upplyftar hendur og eygu full av gleðistárum og vantan – eisini á teimum gomlu, ið enn sita troytt við føturnar á einglinum í bátinum.

Tað eru myndir og fantasi -! Ja, ja. Lat okkum so rópa tað fantasi. Tað sigur tó frá tí, tey trúgvandi kristnu stunda ímóti og gleða seg til umsíðir at náa.

Tá skal hvør kristin fegin níga við trónu hansara, ið vit skylda alt. Tað kennist altíð gott at koma heim til okkara kæru her á fold, men einki afturímóti tí, at koma heim í teir ævigu bústaðir og kunna liva tað lív, har máttloysi er ókend, har vit skulu arbeiða uttan at møðast. Tað verður gott umsíðir at kunna vera saman uttan at skulla skiljast. Tá verða ikki fleiri gravir grivnar. Eingin skal noyðast at nøtra fyri møguleikanum at synda; tí tað ónda sleppur ikki so mikið sum at rykkja í portrið inn í Guðs himmal. Tá er hvørt suff tagnað og allur ótti er tikin burtur. Loksins eru vit har, ið alt misljóð er av, tí Guð er alt í øllum.

Bara eitt verður eftir. Tað er at siga við hann, sum her á jørð helt okkum uppi við orði sínum um ikki at óttast: Harri vár Guð, takk fyri at tú hevur gjørt alt væl!


John S. Myllhamar

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder