Lýsing

Stuðla bróstunum í Oktober

“Eingi bróst eru eins” er ein týðandi áminning í stríðnum ímóti bróstkrabba. Bróstini síggja ymisk út og kennast ymisk. Tí hevur tað alstóran týdning, at vit øll kenna okkara egnu bróst væl og javnan kanna tey, so at vit skjótari merkja, um broytingar eru. Broytingar merkja ikki altíð, at talan er um krabba, men tað er altíð best at venda sær til lækna okkara sum skjótast, um vit varnast okkurt. Tíðin arbeiðir fyri krabbanum, so tess fyrr, ein møgulig viðgerð kann byrja, tess betur.

2024-09-30 08:30 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Kemilux stuðlar ymiskum vælgerandi endamálum, og í ár ynskja vit at gera eitt stuðulsátak til frama fyri Krabbameinsfelagið. Marknaðardeildin hjá Kemilux vildi gera eitt átak, sum skuldi fara til eitt vælgerandi endamál. Hugskotið var at menna eina serliga hondsápu, sum skuldi víkja frá vøruúrvalinum hjá Kemilux og einans vera á marknaðinum eitt stutt tíðarskeið. Hondsápan skuldi sniðgevast til endamálið, og ein upphædd fyri hvønn seldan dunk skuldi latast Krabbameinsfelagnum.

Fleiri ferðir áður hevur bót til bata varpað ljós á bróstkrabba í samstarvi við føroyskan sniðgeva ella fyritøku. Í ár er tað Kemilux, ið hevur tikið stig til at gera eina nýggja hondsápu, sum er sniðgivin og framleidd í Føroyum, og einans verður seld eitt stutt tíðarskeið til hetta endamálið. Talan er sostatt um eina avmarkaða útgávu, sum verður seld í ymiskum handlum kring landið.

Merkisseðilin er sniðgivin av Jenny Kjærbo, saman við okkara vørumennara, Jeanette við Sandá Lassen. Á merkiseðlinum síggjast ymisk bróst, saman við sloyfuni hjá Bót til Bata. Kemilux hevur avgjørt at lata Krabbameinsfelagnum 5 krónur fyri hvønn selda dunk. Hondsápan kann keypast í ymiskum handlum kring landið frá 1. oktober 2024.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder