Politikkur

Størri part av svartkjaftinum til matna

Í dag verður partur av okkara uppisjóvarfiski landaður til ídnað, serliga svartkjaftur. Alt gott um tað, men tað eru virkir á landi, sum vilja framleiða svartkjaftin til matna.

2022-08-26 15:36 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder



Virkini, sum ynskja at virðisøkja svartkjaftin, hava tó trupult við at sleppa framat tilfeinginum. Hví so er, eru ymsar meiningar um, men ofta verður ført fram, at vit hugsa ov nógv í tonsum og ov lítið í krónum.

Tað er ikki tonsum, vit liva av, men krónum.

Fer tað at eydnast okkum at gagnnýta svartkjaftin til matna og hágóðskuvørur, so kunnu vit fleirfalda avreiðingarvirðið til gagns fyri fiskimannin, vinnuna og samfelagið í sínari heild.

Eitt uppskot kundi verið, at ein partur av svartkjaftinum skal landast til matna. Tað kundi verið í minsta lagi 10 prosent av veiðuni at byrja við.

Tí hevur Aksel V. Johannesen sett fyrispurning til landsstýrismannin í fiskivinnumálum um málið.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder