2023-09-22 16:09

Kommunan hevur keypt 50.000 kvadratmetar burtur av haganum Vørðufelli, t.e. áleið líka nógv, sum 8 fótbóltsvallir. Økið liggur millum ídnaðarøkið á Hálsi og fjallið Vørufellið.
Nógv av keypta økinum er avgrivið, nú verður borðað og gjørt klárt at skjóta og planera stóra ídnaðarøkið og eisini parkeringsøkið við flogvøllin.
Tað er J&K Petersen, sum bæði ger ídnaðarøkið og eisini parkeringsøkið.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald