2026-10-15 08:01
Klokkan 14:16 í gjár fekk løgreglan eina fráboðan um, at ein persónur var komin illa til skaða í Vági. Talan var um starvsfólk hjá Bygma Suðuroy, sum royndi at tryggja tilfar fyri storminum.
Tað er eitt sindur ógreitt hvat er hent, tí eingin hevur sæð hendingina verður upplýst av løgreglustøðini, men helst hevur okkurt fokið á persónin. Hann bleiv koyrdur akut á sjúkrahúsið, har hann seinni bleiv staðfestur deyður.
Talan er um ein 40 ára gamlan mann.
Løgreglan hevur fingið 51 fráboðanir um stormskaðar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald