Í november 2024 spurdi Alzheimerfelagið spurningin: Hava politikarar gloymt demensøkið? Felagið royndi at gera vart við støðuna á demensøkinum, nú kommunuval var í hondum.
Í skrivinum ger felagið vart við, at tað verður gjørdur stórur mismunur á fólki við demenssjúku, tí umstøðurnar eru so ymiskar kring landið. Eisini vísti Felagið á, at tað var ein stórur feilur, tá kommurnar yvirtóku eldraøkið í 2015, at politiska skipanin valdi at býta demensøkið sundur millum fleiri myndugleikar og geirar við grundarlagi í aldri hjá borgaranum.
Henda avgerðin vísir seg at hava stórar neiligar fylgjur –serliga fyri tey yngru við demenssjúku. Og –sigur Alzheimerfelagið víðari –hóast bæði lands- og kommunupolitikkarar siga seg kenna til syndarligu støðuna, so er eingin, sum veruliga ger nakað við tað.
Støðan tykist bæði álvarsom og átrokandi.
Fyri at fá greiði á nøkrum viðurskiftum á økinum, hevur Bárður á Lakjuni sett Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu, hesar spurningar:
- Hvussu nógv av teimum 14 tilmælunum í demensætlanini fyri Føroyar frá 2015 eru sett í verk?
- Hvussu nógvir borgarar undir 67 ár eru raktir av demenssjúku pr.dags dato?
- Hvar liggur lógarásetta ábyrgdin fyri hesum borgarum, og hvørji tilboð um hjálp eru at heinta hjá teimum og avvarðandi teirra?
- Metir landsstýriskvinnan, at hesi og avvarðandi teirra fáa nóg góða hjálp í lógini, sum er galdandi?
- Um ikki, hvat metir landsstýriskvinnan so vera tað rætta at gera?
Bárður á Lakjuni, tingmaður fyri Fólkaflokkin
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald