Skattamálaráðharrin vísir á, at málvsiðgerðartíðin fyri teir føroyingar, sum eiga rætt til lutvísa skattafrítøku, er nógv drúgvari enn fyri tey, sum eiga rætt til fulla skattafrítøku. Hann upplýsir, at í 2021 vórðu 31 sakir um lutvísa skattafrítøku avgreiddar við eini miðal málsviðgerðartíð á 319 dagar – altso góðar 10 mánaðir. Fram til septembur 2022 eru hinvegin 44 sakir avgreiddar við eini miðal málsviðgerðartíð á 206 dagar.
- Tað er sjálvandi gott, at tey hava lurtað og megnað at stytt málsviðgerðartíðina. Men hetta er framvegis alt for leingi hjá fólki at bíða eftir at fáa sína eftirløn útgoldnað uppá rættan máta. Tí vil eg fylgja upp upa hetta her.
Orsøkin til styttu málsviðgerðartíðina er ein nýggj manuell skipan, sum ministarin setti í verk eftir áheitan frá Sjúrði Skaale. Fólkatingsmaðurin er tó sinnaður at fara víðari við málinum, tí tað fyri nógv framvegis er alt ov drúgt at fáa sína skattafrítøku góðkenda.
Svarið vísir, at tað eru 35 føroyskir pensjónistar, sum enn ikki hava fingið svar uppá lutvísa skattafrítøku. Og at málsviðgerðartíðin fyri fulla skattafrítøku í miðal bert er 22 dagar. Orsøkin er, at tað er nógv einfaldari at góðkenna fulla skattafrítøku.
Ein nýggj, automatisk IT-loysn skal tryggja, at full skattafrítøka framyvir automatiskt verður skrásett í ársuppgerðini. Á leið 450 føroyskir borgarar fara at vera fevndir av hesi skipan og fáa tískil lættari góðkent sína skattafrítøku. Men tað er serliga at fáa góðkent lutvísa skattafrítøku, sum setir fleiri føroyingar við danskari eftirløn í eina keðiliga støðu:
- Eg fái at vita, at tann manuella skipanin fyri lutvísari skattafrítøku framvegis verður neyðug. Tað eru áleið 85 føroyskir pensjónistar við rætti til lutvísa skattafrítøku, men so eru eisini hesi 35, sum enn ikki hava fingið svar. Eg fari tí framhaldandi at heita á stjórnina at halda fram við at stytta málsviðgerðartíðina, soleiðis at fólk fáa alla sína eftirløn útgoldnað rættstundis, sigur Sjúrður Skaale.
Svarið frá danska skattamálaráðnum kann lesast her: https://www.ft.dk/samling/20211/almdel/f%C3%A6u/spm/28/svar/1910848/2629038.pdf
Javnaðarflokkurin á fólkatingi
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald