Vinna

STJÓRIN 30 ÁRA STARVSDAG

.

2024-08-22 10:26 Author image
Jóanis Nielsen

 

STJÓRIN 30 ÁRA STARVSDAG
Í dag fagna vit 30 ára starvsdagin hjá stjóra okkara, Leivi Holm, ið tók dirigentstavin 22. august í 1994. Hetta var í niðurgangstíðum, og fleiri fyritøkur høvdu tað sera trupult, harímillum eisini okkara.
Men við síni sterku leiðslu, ágrýtni og trúgv uppá framtíðina, eydnaðist tað at rógva tunga sjógvin og venda gongdini í fyritøkuni, ið abbi hansara stovnaði í 1935, og sum í dag telir yvir 80 starvsfólk.
Leivur hevur í øll hesi ár verið ein sannur leiðari, sum hevur víst veg, tá ið tað hevur verið torført, og sum hevur staðið saman við okkum øllum - starvsfólkum, viðskiftafólkum og samstarvsfeløgum.
Takk fyri allar tær góðu løturnar í sosialum samanhangi, innan- og uttanlands. Hetta er ein stórur partur av tí at vit øll trívast so væl í fyritøkuni.
Vit takka Leivi fyri trúgva tænastu, og vóna at fáa nógv góð ár afturat saman í fyritøkuni.
Hjartaliga til lukku við 30 ára starvsdegnum, Leivur.
Starvsfólkið hjá Leif Mohr

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald