Politikkur

Starvsfelagið yvirtikið sáttmálaøki frá HK

Starvsfelagið hevur í dag skrivað undir avtalu við Føroya Arbeiðsgevarafelag, sum er galdandi fyri sløkkiliðsfólk á Vága Floghavn. Í avtaluni hevur Vága Floghavn fyri fyrstu ferð staðfest, at kollektivur sáttmáli er galdandi fyri økið á flogvøllinum.

2022-06-03 08:55 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Avtalan merkir, at Starvsfelagið hevur yvirtikið sáttmálan fyri øll sløkkiliðsfólk frá felagnum HK Danmark, sum áður hevur havt sáttmálan fyri hesi starvsfólk í nógv ár, hóast málsøkið varð flutt til Føroya í 2007.

Starvsfelagið hevur frammanundan viðtøkusáttmála fyri aðrar starvsbólkar á flogvøllinum, so sum starvsfólk á verkstaðnum, skrivstovu og kunningardiskinum. Við nýggju avtaluni veksur sáttmálaøki hjá Starvsfelagnum á flogvøllinum, og arbeitt verður framhaldandi at fáa fleiri starvsbólkar við í sáttmálan.

Ynski hevur verið frá bæði starvsfólkum og arbeiðsgevara um at fáa føroyskar sáttmálar við føroyskt fakfelag fyri flogvøllin og partarnir eru fegnir um, at hetta nú er vorðið til veruleika.

- Tað er ein góð avtala, sum er gjørd, og vit eru væl nøgd, sigur Dennis Jørgensen, formaður í HK Stat Hovedstaden, sum umboðar HK Danmark í málinum. Okkara limir eru nøgdir og tí eri nøgdur, leggur hann afturat.

- Hetta hevur verið ein drúgv og trupul tilgongd, tí so nógvir partar hava verið íblandaðir. Eg havi alla tíðina sett mær fyri, at eg skal ikki forða fyri, at limirnir fáa tað, sum tey vilja hava. Við nýggju avtaluni verða viðurskiftini betur skipað og eg vóni, at tað verður meira friður fyri starvsfólkini, sigur Dennis Jørgensen.

Súni Selfoss, formaður í Starvsfelagnum, er eisini væl nøgdur við sáttmálan. – Tað, sum er gott við avtaluni, er, at vit hava fingið staðfest ein kollektivan sáttmála á økinum, so nú hava vit skipaði viðurskifti á flogvøllinum. Vit hava eisini fingið føroyskan sáttmála og tikið økið heim. Avtalan tryggjar, at eingin av starvsfólkunum missur nøkur rættindi og eingin fer niður í løn. Og tað besta er, at vit hava fingið ein sáttmála, sum starvsfólkini sjálvi hava tikið avgerð um og tey hava sjálvi valt at koma við í Starvsfelagið, sigur Súni Selfoss.

Avtalan, sum er undirskrivað í dag, kemur í gildi beinanvegin. Partarnir fara undir at gera ein fullfíggjaðan sáttmála skjótast gjørligt, sum skal koma í gildi 1. januar 2023. Henda avtala fer úr gildi samstundis sum fullfíggjaður sáttmáli kemur í gildi.

Starvsfelagið og HK Danmark

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder