Vinna

Starvsfelagið: Tvey nýggj í nevndini

Tveir nevndarsessir stóðu fyri vali, tá Starvsfelagið hevði aðalfund leygardagin 5. mars 2022.

2022-03-08 16:28 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Vald í nevndina vórðu Hildigerð Djurhuus, sum starvast á Posta, og Hergeir Staksberg, sum starvast í Tórshavnar kommunu. Hildigerð varð fyrstvald við 103 atkvøðum og næstvaldur varð Hergeir Staksberg við 86 atkvøðum.

Hilmar Augustinussen, sum stóð fyri afturvali, fekk 80 atkvøður. Hann varð valdur sum tiltakslimur í nevndina saman við Haraldi Haraldsen.

Nevndarlimir í Starvsfelagnum verða valdir fyri trý ár í senn. Nevndin skipar seg á komandi nevndarfundi.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder