Starvsdagurin er ein dagur, har starvssøkjandi, lesandi, og onnur við áhuga, kunnu støkka inn á gólvið og práta við umboð fyri vinnurekandi og stovnar í Tvøroyrar kommunu. Í býnum er nógv vinnuligt virksemi og fleiri almennir stovnar halda til í kommununi.
Ætlanin við degnum er, at fólk skulu kunna hava høvi til at tosa við umboð fyri hesi arbeiðspláss og fáa meiri at vita um hvat tað inniber at arbeiða hesi støð. Á henda hátt fáa áhugaði sett andlit á fyritøkuna ella stovnin og fáa eina betri fatan av, hvørjir møguleikar eru.
Tað er tilætlað at tiltakið verður fyriskipað so seint á árinum, tí hægri lærustovnarnir og skúlarnir hava feriu og eisini kann væntast, at fitt av útisetum eru heima og vitja.
Í komandi viku verður meiri at frætta um tiltakið og hvørjar fyritøkur/stovnar, verða at hitta. Í skrivandi stund hava vit umboð fyri bæði privata og almenna sektorin.
Nøkur pláss eru tó enn eftir, fyri luttakandi fyritøkum og stovnum og skuldi áhugi verið fyri tí, ber til at skriva teldupost til [email protected] ella at ringja á 214614.
Tað er ókeypis at luttaka, bæði sum fyritøka/stovnur og gestur.
Tvøroyri
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald